Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevði mist so nógva vætu orsakað av einari magasjúku, at hon svímaði og fekk heilaskjálvta. Tað sigur ein talsmaður fyri uttanríkisráðið, og hann leggur afturat, at ráðharrin hevur tað betur nú.
-Hon hevur verið við hús hesar dagarnar. Læknarnir fara framhaldandi at halda eygað við henni. og eftir teirra ráðum hevur hon gjørt at at arbeiða heima við hús ta næstu vikuna, sigur talsmaðurin, Phillippe Reines, við Reuters.
Hillary Clinton fekk ein magavirus seinasta vikuskiftið og noyddist at avlýsa eina ferð til Miðeysturs og Norðurafrika.