Svølgja ikki útspæli frá Annika Olsen rátt

Jaspur Vang, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil ikki góðtaka, at landsstýrið av sínum eintingum sleppa at gera av, hvussu útbyggingarnar á samferðsluøkinum skulu raðfestast. Tí krevur hann at fáa málið fyri á samgongufundi, har hann fer at krevja, at Hvalbiarbergholið verður raðfest í fremstu røð

- Eg góðtaki ikki, at ætlanin at gera nýtt hvalbiarberghol, verður raðfest aftur um allar møguligar aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum.

Tað staðfestir Jaspur Vang, løgtingsmaður fyri sambandsflokkinum.

Ì farnu viku var støðan í samgonguni rættiliga spent í kjalarvørrinum á sparingunum á almannaøkinum.

Men nú tíðin nærkast, har ein avgerð skala takast um, hvar tunlar, vegir og Havnir skulu gerast fyrst, er eisini væntandi, at tað fer at bróta í bæði borð í samgonguni.

Sum tað sæst í greinini niðanfyri, hevur Annika Olsen gjørt av, hvørjar tær næstu útbyggingar á samferðsluøkinum, eru, sum farast skal undir.

Hon fer eisini nú at leggja uppskot fyri tingið um at fara undir hesar útbyggingar.


Góðtekur ikki framferðina

Men tað eru ikki allir tinglimir í samgonguni, sum svølgja hesum útspælinum frá Anniku Olsen ráum.

Jaspur Vang sigur, at tað er ikki nøktandi, at landsstýrið av sínum eintingum stingur út í kortið eina tíðarætlan fyri, hvussu undirstøðukervið í føroyska samfelagnum skulu raðfestast.

Tí fer hann at krevja, at tað verður tikið upp á samgongufundi, hvussu íløgurnar í samferðslukervið skulu raðfestast.

Hann vil sostatt hava, at øll samgongan, sum hon er, sleppur at siga sína hugsan um, hvussu tær ymsu samferðsluútbyggingarnar skulu raðfestast.

Tað, sum hann serliga er ónøgdur við, er, at tað sær ikki út til, at Hvalbiarbergholið yvirhøvur er raðfest hesi næstu árini og tað kann hann ikki góðtaka.

- Í mínari verð er ongin sum helst ivi um, at Hvalbiarbergholið eigur at verða raðfest í fremstu røð, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Talan er ikki einans um at skapa virksemi kring landið, men um at skapa vøkstur í landsbúskapinum.

Men hvat hendir so, skuldi tað hent, at tú ikki fært undirtøku?

- Tað er ein støða, sum eg má taka upp til tað tíð og tú fær meg ikki at hótta við samgonguslitið, ella nøkrum øðrum, tí eg halda ikki, at hóttanir eru rætti mátin at samstarvs upp á. Eg fari fyrst at vóna, at vit og skil ræður í samgonguni og tað fari eg at gera mítt til Hvalbiarbergholið verður raðfest í fremstu røð, tí í vánaligum tíðum eiga vit at satsa upp á tey vakstrarøki, vit hava og har er Hvalba kanska eitt av okkara fremstu vakstrarøkjum, sigur Jaspur Vang.


Halda vinnulívinum niðri

Jaspur Vang sigur, at viðvíkjandi Hvalbiartunlinum er ikki einans talan um at skapa virksemi kring landið.

- Ein nýggjur Hvalbiartunnil er rætt og slætt ein íløga fyri at skapa vøkstur í landsbúskapinum.

Hann vísir á, at Hvalbiar sókn hevur eingi almenn arbeiðspláss.

- Men við sínum umfatandi vinnuliga virksemi, letur sóknin eitt týðandi íkast til føroyska búskapin og hon hevur tískil krav upp á eina ávísa afturbering frá almennu Føroyum.

Jaspur Vang er eisini púra vísur í, at verður ein kost-nyttu kanning gjørd av ymsum samferðsluútbyggingum, ivast hann onka løtu í, at eitt nýtt Hvalbiarberghol er tann íløgan, sum tað loysir seg eina best at gera.

Hann ivast eisini stórliga í um fyrireikingarnar til onkrar verkætlanir, sum landsstýrið ætlar at seta á skinnarar nú, eru komnar nakað serliga nógv longri enn fyrireikingarnar til at gera Hvalbiarberghol.

Átta orsøkir til at raðfesta Hvalbiarbergholið fremst


Jaspur Vang hevur átta ítøkiligar orsøkir til, hví hann heldur, at ein nýggjur Hvalbiartunnil eigur at verða raðfestur framum allar aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum.


· Talan er um eitt primervinnuøki, sum verður tarnað í sínari menning, tí at tað almenna ikki dagførir undirstøðukervið.

· Talan er um elsta bergholið í landinum.

· Tað búgva 800 fólk í sóknini.

· Fimm trolarar eru í Hvalba, umframt flakavirki.

· Flakavirkið, sum hevur klárað seg hóast onnur virkir ikki hava hóra undan, hevur í dag stórar trupuleikar, tí at kølingin av úrdráttunum frá virkinum verður avbrotin av tí at teir lastbilar, sum í dag eru vanligir, ikki sleppa gjøgnum bergholið.

· Trolvirkið, flutningfyritøkur og toskaalingin í Hvalba hava stórar trupulleikar av tronga bergholinum.

· Talan er um almennan veg, har tað snøgt sagt ikki ber til at halda ferðslulógina.

· Sóknin er upplagt ferðamál, m.a. við sínum kolaminum, vakurleika og søguligu virðum. Sum er, sleppa bussarnir, sum vanliga verða nýttir til ferðafólkaflutning, ikki gjøgnum bergholið. 

Les eisini greinina: Seks samferðslu útbyggingar leggjast fyri Løgtingið