Tað almenna úrslitið av tjóðartingsvalinum í Myanmar kemur ikki fyrr enn um eina viku, men sambært andstøðuni hevur flokkkurin hjá Aung San Suu Kyi vunnið 43 av teimum 44 tingsessunum, sum skuldu mannast í gjár.
-Vit fingu 43 av 44 umboðum. Vit bíða eftir úrslitinum í tí seinasta valdøminum, sigur Kyi Toe, sum er talsmaður fyri flokkin NLD. Aung San Suu Kyi sjálv sigur, at úrslitið er ein sigur fyri fólkið.
Hevur NLD veruliga vunnið 43 av teimum 44 tingsessunum ella kanska allar 44, er talan um ein søguligan sigur fyri Aung San Suu Kyi, sum hevur sitið í fongsli og húsavarðhaldi meginpartin av teimum seinastu 22 árunum.