Suu Kyi sett uttanfyri

Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, og meiri enn 2.000 aðrir politiskir fangar sleppa ikki at stilla upp á tjóðartingsvalinum, sum hernaðarstýrið hevur ætlanir um at skipa fyri.

Stýrið kunngjørdi í gjár eina nýggja vallóg, sum millum annað sigur, at fólk, sum sita í fongsli, kunnu ikki vera í flokkum, sum stilla upp á valinum.

Ein onnur grein í lógini sigur, at fólk, sum hava verið gift útlendingi, kunnu ikki stilla upp.

Tað kann hava við sær, at Aung San Suu Kyi verður sett uttan fyri sín egna flokk, NDI, undan valinum, tí hon situr í fongsli og hevur verið gift útlendingi.