Í gjárkvøldið fingu suðuroyingar høvið at hoyra Sussi og Leo framføra í Tvøroyrar Klubba, og í kvøld eru tað runavíkingar, sum fáa donsku duoina at hoyra.
Fyrireikarar siga á Facebook, at sigur tú Sussi og Leo, so veitst tú beinanvegin, at tað er tann kendasti duo´in í danska Kongaríkinum, tá tað snýr seg um gott, hugnaligt og skemtingarsamt undirhald. Sussi og Leo, sum bæði eru frá Saltum norðarlaga í Jyllandi, hava í mong ár staðið á palli, tey fyrstu mongu árini á Resturant Skansen í Skagen.
Umframt at hava átt egið spælistað, ið kallast Ritz í Frederikshavn, hava tey ferðast víða um í Danmark, har tey eru víðagitin fyri teirra serstøku framførslur, krydrað við undirhaldstónleiki og góðum kendum løgum, ið øll kunnu tralla við uppá.
Fyri fyrstu ferð fáa allir føroyingar nú høvi til at uppliva Sussi og Leo, og er tað í samband við Mentanarvikuna, at Sussi og Leo í kvøld framføra í Runavíkini.










