Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum í Gøtu, sigur, at tá Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur fingið høvuðsframleiðsluna, sum er makrelur, upp at koyra aftur til heystar, verður farið at hyggja upp á surimiverkætlanina.
- Tað er ikki soleiðis, at henda verkætlan fór í eldinum á Tvøroyri. Nú vit byggja virkið upp aftur, verður pláss gjørt til surimivirkið innan karmarnar av nýggja virkinum.
Jákup Jacobsen vísir á, at áður varð virkið ætlað at verða í bygninginum, har landingarmiðstøðin á Tvøroyri var áður, men tann bygningurin varð rivin niður eftir eldsbrunan.
- Eg havi vónir um, at surimivirksemið hjá Varðanum Pelagic so smátt kann byrja seint í heyst, tá skipini aftur fara á svartkjaftaveiði, helst í november ella desember, sigur hann.
Jákup Jacobsen leggur aftrat, at surimiverkætlanin framvegis er aktuell á Tvøroyri, eins og hon var tað, áðrenn Varðin Pelagic í fjør summar fór upp í royk.