Á flestu básum á North Atlantic Fish Fair fært tú kaffi, smákøkur ella karamellur, men tað er eisini onkur básur, sum ger meira burtur úr og bjóðar heita suppu ?Fiskur er allastaðni runt um okkum - og tó; vit gera sera lítið av at gagnnýta hetta. Hví ikki gera góðan mat úr rávørum, sum annars vanliga verða burturbeindar??
Soleiðis ljóðar byrjanin á einum snøggum arki, sum fólk hjá Eik Banka lata viðskiftafólkum og øðrum stevnugestum á North Atlantic Fish Fair.
Saman við Hotel Hafnia bjóðar bankin fiskasuppu á sínum bási klokkan 12.30 og 15.
- Kom og royn suppuna og práta við okkum, sigur Eik Banki.
Fiskasuppan, sum frálíku kokkarnir hjá Hotel Hafnia hava gjørt úr sílaðari bót av fiskabeinum og fiskaskræðu, smakkar sera væl. Tað skerst ikki burtur.
Suppan er fylt við rótfruktum, hvítleyki, sólturkaðari tomat, hvítvíni, róma og øðrum. Hon er sílað, og síðan er hvítingur, hýsa, rækjur og jákupskel latin út í.
- Hetta er vælkent aðrastaðni, men nýtt í Føroyum, sigur Hotel Hafnia.










