Superman bangin fyri at flúgva

Superman-sjónleikarin Henry Cavill mátti hava troystarhund við sær á flogferð

 

Er tað ein fuglur? Er tað eitt flogfar? Nei, tað er Superman – við flogræðslu.

Sjónleikarin Henry Cavill, sum spældi Superman í filminum Man Of Steel, er bangin fyri at flúgva.

Nú um dagarnar varð hann sæddur á flogvøllinum í Los Angeles, har hann hevði hund við sær. Hundurin var í einum hundavesti við áskriftini: ”Til arbeiðis. Má ikki klappast. Stuðulshundur”.

Sambært amerikanskari lóggávu kunnu fólk taka eitt troystardjór við á flogferðina, um tey eru bangin fyri at flúgva – og tað ger Superman.