Komandi ár letur til í stóran mun at fylgja farna árið, hvat filmum úr Hollywood viðvíkur. Aftur í ár vera fleiri superhetjufilmar, bygdir á tekniseriur og fleiri nýinnspælingar av eldri filmum.
Her er eitt útval av filmum, sum verða vístir í 2016. Trýst á filmsheiti fyri at síggja trailaran á Youtube. Tað er tó ikki í øllum førum, at nakar trailari er tøkur enn.
Coen-beiggjarnir hava fingið George Clooney, Scarlett Johansson, Jonah Hill og Channing Tatum á leikaralistan í hesum filminum um gyltu tíðina hjá Hollywood. Filmurin verður frumvístur í februar.
Flestu hava sæð myndina úr OL í Berlin, tá Jesse Owens stendur ovast, meðan Adolf Hitler hyggur fortørnaður at. Søgan um Jesse Owens verður nú til film og verður at síggja í februar.
Silence
Liam Neeson og Andrew Garfield spæla tveir trúboðarar, sum fara til Japan í 1639. Teir møta ógvusligum harðskapi í teirra royndum at boða evangeliið fyri japanarum. Bókin eftir Shusako Endo, sum filmurin byggir á, um forfylgingina av kristnu trúboðarunum í Japan varð nógv umrødd, og tað verður filmurin, sum Martin Scorcese leikstjórnar, væntandi eisini. Enn er ikki heilt greitt, nær filmurin verður vístur.
Joseph Fiennes spælir ein rómverji, sum ikki trýr ótrúligu søguni, um at Jesus skal vera risin frá teimum deyðu. Hann velir tí at kanna umstøðurnar og fylgja fótasporum Jesusar hansara seinastu dagar. Filmurin verður vístur í februar.
Neyðarróp vóru at hoyra, tá tað gjørdist greitt, at Ben Affleck skal spæla Batman í hesum filminum. Í mars mánað fáa vit møguleikan at síggja, hvusssu spældi av.
Free State of Jones
Matthew McConaughey hevur høvuðsleiklutin í hesum søguliga filminum, um ein bónda, sum ger uppreistur móti Suðurstatunum undir borgarakrígnum í USA. Í biografinum í mai mánaði.
Ilt er at siga, hvat nummar hesin filmurin er í røðini um X-men superhetjurnar. Líkamikið, bølmenni, tey skulu stríðast móti hesa ferð, er Apocalypse, sum hevur sín uppruna í Opinberingini.
Doctor Strange
Upptøkurnar av næstu sesong av Sherlock byrja ikki fyrr enn í apríl í ár og orsøkin til tess er í stóran mun, at høvuðsleikarin er upptikin aðra staðni. Benedict Cumberbatch hevði leiklutin sum Smaug og Necromancer í filmunum um Hobban og nú hevur hann høvuðsleiklutin sum Doctor Strange. Frumframførsla verður í novembur.
Loksins kemur ein spælifilmur um Edward Snowden, ótrúgva tænaran, sum bríkslaði um loyniligu avlurtingarnar hjá amerikansku myndugleikunum. Oliver Stone leikstjórnar. Filmurin verður vístur í mai.
Rúmdarverurnar leypa á aftur, men hesa ferð er eingin Will Smith at steðga teimum. Í juni fáa vit at síggja, um Jeff Goldblum megnar at standa teimum kurl eina ferð afturat.
Ghostbusters
Dan Ackroyd, Bill Murray og Cecily Strong hava ikki høvuðsleikutirnar, men eru kortini við í nýggju innspælingini av Ghostbusters, sum verður at síggja í juli. Hesa ferð eru tað fýra kvinnur, ið eru farin at jagstra spøkilsi.
Ben Hur
Upprunainnspælingin frá 1927 verður mett at vera eitt av heilt stóru filmsavrikunum gjøgnum tíðirnar, og onkur vil kanska halda, at tað er upp á tíðina, at ein nýggj útgáva kemur. Ben Hur verður frumframførdur í august.
Fantastic Beasts and where to find them
Harry Potter kemur neyvan aftur, men nú kemur ein nýggj røð av trimum filmum úr somu verð. J. K. Rowling skrivaði bókina Fantastic Beasts í 2001, sum nú verður gjørd til film. Í novembur kemur fyrsti filmurin.
Rogue One: A Star Wars Story
The Force Awakens, fyrsti filmurin í nýggju Star Wars trilogiini, hevur sett alskyns met, og eingin ivi er um, at nú Disney hevur tryggjað sær rættindini til Star Wars heimin, verður roynt at tvinna so nógv gull sum møguligt úr søguni. Rogue One, sum kemur út beint áðrenn jól, er ikki partur av nýggju trilogiini, men ein av fleiri einkultstandandi filmum, sum fara at verða útgivnir komandi tíðina.
Leysasøgur gingu um, at Steven Spielberg skuldi spæla partar av hesum filminum inn í Føroyum. Onkur vil vera við, at tað ikki var so avgjørt, sum tað kundi ljóða í føroysku miðlunum, men hvussu er og ikki, so var tað av ongum.










