Sunnudagurin strikaður

FSF gjørdi í gjár av, at næstsíðsta umfarið skal avgreiðast leygardagin og ikki sunnudagin, og harvið verða bæði tey seinastu umførini í bestu fótbóltsdeildini spæld leygardag.
Tað verður eingin sunnu­dags­dystur í fótbólti aftrat í 2012. Tað er greitt, eftir at FSF í gjár gjørdi av, at 26. og næstsíðsta umfarið í bestu deildini skal avgreiðast leygar­dagin og ikki sunnudagin. Síðsta um­farið er í skránni ásett at vera leygar­dagin 6. oktober.
Orsøkin, til at teir fimm dystirnir eru fluttir frá sunnudegnum og til leygardagin, er, at hann sigur frá røttuliga ólagaligum veðri næstu dagarnar. Serliga ófantaligt verð­ur roknað við, at veðrið verður sunnu­dagin. Tí eru dystirnir fluttir fram til leygardagin, tá ið fyrsta bríkslið í øllum fimm støðunum verður klokkan 16.00.
Teir fimm dystirnir eru Víkingur-KÍ, NSÍ-B36, B68-EB/Streymur, HB-TB og FC Suðuroy-ÍF.
Leygardagin 6. oktober klokkan 15.00 verður síðsta umfarið, og tá eru dystirnir hesir: KÍ-FC Suðuroy, ÍF-HB, EB/Streymur-NSÍ, B36-Víkingur og TB-B68.