Sunnudagsskúlin byrjar aftur

Nú fólkaskúlarnir eru byrjaðir aftur, leggja eisini teir ymisku sunnudagsskúlarnir í kirkjum og samkomum til brots aftur. Eitt av hesum støðunum er sunnudagsskúlin í Hoyvíkar kirkju, har byrjað verður aftur nú sunnudagin.

Her fara børnini í kirkju við teimum vaksnu, men fara síðani niður í kjallarin undir seinasta sálmi undan prædiku. Tá gudstænastan er liðug, verða børnini heintaði aftur av teimum vaksnu.

Meðan sunnudagsskúli hevur verið í fleiri støðum í mansaldrar, byrjaði hann í Hoyvíkar kirkju á vári í fjør.

Nú, ið summarfrítíðin hjá skúlunum er av á hesum sinni, verður bjóðað aftur til sunnudagsskúla sunnudagin kl. 11.