Sunnudagsskúli og familjuløta í Betesda

Sunnudagin skipaði samkoman í Betesda í Klaksvík fyri einum øðrvísi sunnudagsskúla. Vikuna frammanundan høvdu børnini bræv heim við, har øll familjan varð bjóðað til familjuløtu

Hetta var fyrstu ferð, at samkoman í Betesda skipaði fyri eini løtu sum hesari, har roynt varð at samla alla familjuna í sunnudagsskúlatíð.
            Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu brøðrasamkomurnar, eins og aðrar samkomur, at skipa fyri familjuløtum.
Í Betesda hevur familjumøti tó bert verið sunnukvøld, tá vanliga evangeliska møtið er. Familjumøtini hava verið einar tvær til tríggjar ferðir árliga.
Undirtøkan sunnudagin var góð; um 500 børn og vaksin vóru komin saman. Á skránni var tað, sum vanliga hoyrir einum sunnudagsskúla og møti til.
Aftaná sang, søgur og talu, var ein drekkamunnur at fáa. Eisini var møguleiki at spæla spøl, m.a. vóru borðtennisborð uppsett.

Tíðir skifta

Brøðrasamkomurnar í Føroyum hava í nógv ár skipað síni møtir sunndudag við breyðbróting, sunnudagssskúla og evangeliskum møti.
            Øll trý tiltøkini hava verið ymiskar tíðir á degnum. Men nú eru nakrar av samkomunum farnar at leggja møtini nakað um.
            Í august 2001 byrjaði ein nýggj samkoma, sprottin úr brøðrasamkomuni, Lívdin,  sítt virki í Hoyvík.
            Teir, ið tóku stig til hesa samkomu, gjørdu av at skipa sínir møti sunnudag undir einum, so øll familjan kundi koma saman til møtini.
            Møtini í Lívdini byrja sunnumorgun kl. 10.30 og enda kl. 13. Møtið byrjar við eini løtu fyri alla familjuna. Síðan er hugnaløta, har høvi er at práta saman og fáa sær ein drekkamunn.
            Síðani fara børnini í sunnudagsskúla. Meðan børnini eru á sunnudagsskúla, fer breyðbrótingin fram, umframt lovsang og talu.
            Møtini hjá Lívdini eru skipaði og tey, sum koma í samkomuna, vita altíð frammanundan, hvør fer at tosa, og hvat evnið verður.