Sunnudagsskúli byrjar í Glyvra kirkju

Nú sunnudagin verður á fyrsta sinni høvið hjá børnunum í bygdunum í nánd av Glyvrum at fara í sunnudagsskúla, samstundis sum foreldur teirra fara til gudstænastu í kirkju Kirkjuráðið hevur nevniliga tikið stig til at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð.

Skipanin verður hon, at børnini fara yvir í konfirmantastovuna undir 3. sálmi og hava sína egnu skrá har, við søgu, sangi, teksti og øðrum.

Ætlanin er at prýða tann eina veggin í stovuni, soleiðis at børnini kunnu kenna tað fjálgt og vinarligt, meðan tey eru í sunnudagsskúla.