Sunnudagsskúlabørn hjálpa gøtubørnum í Kiev

TÍÐINDASKRIV

Teir komandi sunnudagarnar fara børnini, sum ganga í sunnudagsskúla hjá Heimamissiónini, at koma heim við hvør sínari bússu. Hetta er ein liður í eini verkætlan at hjálpa gøtubørnum í Ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev


Tvey endamál eru við verkætlanini:
1.At sunnudagsskúlabørnini læra at geva av tí, tey eiga.
2. At stuðla arbeiðinum millum gøtubørn í Kiev í Ukreina.

Peningurin, sum kemur inn, fer til arbeiðið, sum Jórun (fyrr Fonsdal, Vestmanna) og Nurlan Malaikev gera millum gøtubørn í Kiev. Tey hava arbeitt í Kiev síðan í februar 2000. Tey byrjaðu við at geva børnunum at eta úti á gøtuni. Seinni lótu tey upp eitt dagskýli, har børnini kunnu koma gerandisdagar. Har fáa børnini ein máltíð, kunnu fara undir brús, hoyra bíbliusøgu og fáa høvi at spæla eins og onnur børn. Framtíðarætlanirnar eru at lata upp eina miðstøð, sum hevur til endamáls at byggja brúgv millum lívið úti á gøtuni og lívið sum ein "vanligur" samfelagsborgari.
Ein av orsøkunum til at Sunnudagsskúlin hjá Heimamisiónini er farin undir hesa verkætlan, er, at tað verður mett at vera av alstórum týdningi, at vit, sum eru so væl fyri matrielt, læra at geva av tí, vit eiga, longu meðan vit eru børn. Tí leggja vit stóran dent á, at foreldrini ikki eru tey, sum lata í bússurnar, men at tey stuðla børnunum í at lata av teirra egna peningi. Ein av hættunum kann vera, at børnini lata nakað av sínum egna lummapeningi, ella at tey savna fløskur og lata peningin í bússuna.
Í samstarvi við Kovan í Sandavági eru gjørdar útvið 2000 bússur. Ætlanin er, at hvørt sunnudagsskúlabarn skal fáa eina bússu, sum tað skal hava standandi heima. Í nøkrum førum verður tað tó soleiðis, at systkin fáa eina felagsbússu.
Umframt bússurnar eru eisini gjørdar plakatir og nakað av kunnandi tilfari um arbeiðið millum gøtubørnini í Kiev, um landið og líknandi. Plakatirnar verða hongdar upp í sunnudagsskúlunum, og síðan er ætlanin, at umleið annan hvønn sunnudag verða sunnudagsskúlabørnini kunnaði um Ukreina og arbeiðið millum gøtubørnini.
Stuðulin til at gera tilfarið, er latin av Mentamálaráðnum umvegis Sp/f Ítróttarvedding.
26. januar 2003 er so ætlanin at savna bússurnar saman aftur, og síðan verður tað, sum kemur inn, sent til Ukreina, so at gøtubørnini kunnu fáa ágóðan av tí.