Sunnudagsfundurin er lógarfestur

Tingfundurin ólavsøkudag skal haldast, sjálvt um ólavsøkudagur fellur á ein sunnudag. Hetta er lógarfest í nýggju stýrisskipanini frá 1995

 

Tingformaðurin er noyddur at seta ólavsøkutingið sunnudagin 29. juli í ár, og tingfólk hava skyldu at møta, eins og vanligt.

 

Tað er nevniliga í nýggju stýrisskipanini lógarfest, at tingið verður sett ólavsøkudag, sjálvt um hesin fellur á ein sunnudag.

 

Tí hevur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, ongan møguleika at taka til eftirtektar mótmælið frá Hendriki Old og skrivligu áheitanina frá Fólkaflokkinum um at flyta tingfundin til mánadagin eftir ólavsøkudag.

 

 

 

Ópolitiskur fundur

 

Í sambandi við arbeiðið at gera nýggju stýrisskipanina var nógv orðaskifti í nevnini, ið arbeiddi við hesum, hvørt haldast skuldi fram við gomlu regluni, um at ólavsøkufundurin skuldi flytast til mánadag, um ólavsøkudagur fall á ein sunnudag.

 

Men nevnin kom til ta niðurstøðu, »at tað ikki kann haldast at ganga ímóti kristna grundarlag føroyinga at halda henda serliga hátíðarliga tingfund sunnudag, vegna tess, at gudstænasta verður hildin fyrst og einki politiskt kjak fer fram henda dag, men bert løgmansrøðan um støðu landsins verður hildin«.

 

Nevnin gjørdi sostatt av at strika ásetingina í gomlu tingskipanini, ið segði, at fundurin skuldi setast dagin eftir, um ólavsøkudagur var sunnudag.

 

 

 

Eingi fundarboð

 

Í nýggju tingskipanini í nýggju stýrisskipanarlógini er greitt ásett við lóg, at tingfundur skal haldast klokkan 13 ólavsøkudag, har tingið verður sett og løgmaður heldur ólavsøkurøðu sína. Eisini er skrúðgongan lógarfest.

 

Tí er ikki so mikið sum neyðugt hjá tingformanninum at senda fundarboð út til fundin. Fundurin er ásettur við lóg, og skal tí haldast, líkamikið, hvat tingformaðurin ella aðrir tinglimir halda. Hetta er eisini greitt staðfest í viðmerkingunum til tingskipanina.