Sunnudagin verður gott veður

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein norðan og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer framvið Føroyum í dag. Eitt nýtt rættiliga djúpt lágtrýst fer inn yvir bretsku oyggjarnar av útsynningi leygarnáttina og tilhoyrandi brúgvaløg við regni rakar Føroyar leygardagin. Sunnudagin bjóðar okkum stilt og vakurt veður, men aftaná vikuskiftið heldur hetta óróliga veðrið á, tá fleiri brúgvaløg koma inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum seinni snarar í ein útnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni turt og hann klárar í. Hitin um 10 stig. Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað og út á náttina regn í støðum. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum í annaðkvøld og sunnunáttina makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, um náttina yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Turt og sól, um náttina samdrigið, men yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sum út á dagin lækkar í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi, út á náttina yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 6 stig.

 

Týsdagin

Hann makar vindin í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, men um náttina øtlar hann sum frá líður í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann eitt vet aftur. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.