Tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í morgin.
Klokkan 15 spæla NSÍ og ÍF við Løkin í Runavík, og klokkan 16 spæla HB og 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum HB og 07 Vestur. Tá Tróndur er liðugur við frásøgn og samrøður verður ringt til virkandi venjarararnar hjá NSÍ og ÍF, André Olsen og Agnar Prestá, ið fara at seta orð á avrikið hjá teirra liðum.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá sendingin er liðug.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.