Sunnudagin seinnapart fer FM1 at siga beinleiðis frá tveimum avgerandi hondbóltsdystum í Okkaradeildini.
Sagt verður frá dystunum í Okkara-deildini, ið byrja klokkan 16, VÍF-KÍF í Vestmanna og Neistin-StÍF í Havn.
Øll fýra liðini, VÍF, KÍF, Neistin og StÍF stríðast fyri at koma í FM-hálvfinalurnar.
Samrøður við umboð fyri Neistan, StÍF, VÍF og KÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Frásøgumenn verða Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 14 | 403 | 327 | 76 | 24 |
| VÍF | 14 | 399 | 365 | 34 | 18 |
| STÍF | 14 | 390 | 391 | -1 | 17 |
| NEISTIN | 14 | 370 | 336 | 34 | 16 |
| KÍF | 14 | 370 | 343 | 27 | 15 |
| KYNDIL | 14 | 358 | 377 | -19 | 8 |
| TEAM KLAKSVÍK | 14 | 288 | 439 | -151 | 0 |











