Sunnudagin klokkan 15 verða tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum AB og Víking úti í Vika á Argjum. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Í sendingini verður eisini fylgt við í hinum báðum dystunum, ið byrja klokkan 15. Talan er um Skála og HB undir Mýruhjalla á Skála og EB/Streym og ÍF, ið møtast í Hólmanum á Eiði.
Samrøður við umboð fyri ymisku liðini verða at hoyra á FM1, og tær koma seinni út á in.fo.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.











