Ì gjár andaðist Sunneva Háberg í Havn, 89 ára gomul. Sigast kann, at Sunneva nú var blivin gomul og veik, so hennara hvíld nú er henni væl unt. Sunneva var dóttir Onnu og Olaf Johansen, úr Rættará, og tey vóru 4 systkin. Umframt Sunnevu vóru tey Elias, Katrina og Anna Oluffa, sum nú er einsamøll eftir.
Sunneva giftist í 1945 við Knút hjá Mallu og Pola (Joensen) skómakara, og búsettust tey fyrst í kjallaranum hjá teimum í Konradsbrekku, men fyrst í 50-unum bygdu tey í Torfinsgøtu, har mong hava sitið væl.
Knút var mammubeiggi mín, so eg havi kent Sunnevu stórt sæð alt lívið. Eg vaks upp í Norðagøtu í 50-unum, og tá var tað ”nakað” at hava ætt í Havn. Hetta hevði týdning, tá farið varð til Havnar at ferðast, og ein hevði ommu, abba og tríggjar mammubeiggjar at fara til. Tá var tað fast eisini at vitja Sunnevu og Knút. Sunneva var heimagangandi, sum tað kallaðist, so her var altíð opið hús. Tað var altíð hugnaligt hjá Sunnevu og Knút, og ein føldi seg altíð vælkomnan. Meðan Knút var tann meira formelli, so prátaði Sunneva alla tíðina um alt millum himmal og jørð, so saman við henni kom eingin at keða seg.
Tað, sum Sunneva tó var mest kend fyri, var hennara sangur. Hon verður roknað sum ein tann besti, um ikki tann besti, kvinnuligu sangarin í landinum. Hon byrjaði at syngja á kristiligum møtum longu sum 16 ára gomul, og hesum helt hon á við í ikki minni enn 60 ár. Tað eru tískil mong ættarlið, sum hava havt gleði av at hoyra Sunnevu syngja. Hon sang eisini inn á plátu, og eina ferð gjørdu Sunneva og Ingálvur av Reyni eina plátu saman. Tað má næstan hava verið sangur í heimsklassa! Knút var eisini sera musikalskur, og tey eru mong sum minnast hann spæla klaver, meðan Sunneva sang. Nú eru tey øll trý farin.
Sunneva hevði eitt sera lætt lyndi, men hon hevði tað ikki bert lætt í lívinum. Tað gekk illa hjá teimum báðum at fáa børn, men eftir 10 árum fingu tey ein fittan son í 1955, og eydnan tyktist at vera fullkomin. Men sonurin livdi bert fáar dagar og var hetta sjálvsagt ein sera stórur smeitur fyri tey bæði. Fimm ár seinni, í 1960, fingu tey Onnu, og tá skein sólin aftur í teirra lívi. Anna var nærum eitt undur, og hon arvaði tónleikaevnini hjá foreldrunum til gleði fyri mong. Men Anna gjørdist bert 36 ár, og tað var ein dyggur smeitur fyri Knút og Sunnevu at missa einkardótrina. Men børnini hjá Onnu, Knút og Sunneva, uppkallað eftir teimum báðum, gjørdust teirra eitt og alt, og høvdu tey nógva gleði av teimum báðum, og tað var eisini øvugt.
Seinnu árini gjørdust tó lítið hugalig hjá teimum báðum. Sunneva gjørdis minnisveik og hevur nú í fleiri ár verið á Lágargarði, har góð fólk hava verið um hana. Knút gjørdust eisini meira og meira ússaligur, og hann doyði í november 2005 beint eftir sín 85 ára føðingardag og tveir dagar eftir teirra diamantbrúdleypsdag.
Tey hava nú bæði fingið ta hvíld, sum tey hava søtliga uppiborið, og vit í ættini minnast tey við takksemi.
ó.