Sunnasta pizza í Føroyum

Í dag, leygardagin, letur Pizzakøkurin upp í Vági. Hetta er nýtt matstað, ið m.a. hevur pizza, kebab og suppu og talan er um sonevnt Take Away, tað vil siga matur út av húsinum

Vágur: Leygardagin ber til at fáa sunnastu pizzur í Føroyum. Í øllum førum, um sunnast verður lisið sum ættin suður - ella syðst. Leygardagin letur nýtt matstað upp í Vági, har m.a. pizzur eru at fáa, og longur suður sleppur ein neyvan, um tað er pizza ein leitar eftir, so hesar eru nokk tær sunnastu/syðstu.
Tað er Bjartur Vest, sum leygardagin klokkan 17 letur hurðarnar upp til Pizzakøkin. Bjartur hevur royndir sum pizzakokkur á matstøðum í Havn.
Fleiri vágbingar hava kanska undrast síðstu mánaðirnar yvir, hvat virksemi fer fram í gomlu Toftabúðini. Har hevur verið riggað til Pizzakøkin og burturúr eru komin snotulig høli, ið hava góðar umstøður til bæði starvsfólk og kundar. Borð og stólar eru, so ein fær hvílt beinini, meðan pizzan er í ovninum.
Útkoyring
Talan er um sonevnt Take away: Matur út av húsinum. Umframt at ringja og bíleggja ella leggja leiðina framvið, so er eisini útkoyring partur av tænastuni.
Heili 26 pizzasløg eru í at velja og ikki sørt, at hugflog og skemt hevur verið við, tá nøkur av heitunum eru funnin. Ein lættipizza nevnist t.d. Twiggy (summi minnast klønu fotomodellina) og aftan fyri nakrar stendur sterk, sera sterk ella krút! Ymsar støddir eru í at velja: 9?,12? og 16?.
Umframt pizzur fæst eisini kebab og suppur.
Opið er mánadag til fríggjadag frá klokkan 17 til 23, leygardag til klokkan 24 og sunnudag til klokkan 22.
Bjartur vónar, at virksemi aftur verður í Vági, eftir at alt mestsum datt niðurfyri og legði bygdina lamna herfyri. Kemur gongd á aftur, eins og tá farið varð undir ætlanina við Pizzakøkinum, so verður kanska opið á miðdegi eisini.
Frammanundan eru pizzasølur í Suðuroynni, nærri merkt á Tvøroyri, men nú ber eisini til at fáa sær eina pizzu ella annan gloypibita í syðru helvt av oynni.