? Tey, sum fara til konsertina, skulu fara við opnum sinni og leggja fordómarnar heima við hús. Tað ræður um at vera opin fyri nøkrum nýggjum. Eg samanberi tað við at stíga í eitt ókent landslag, har tað er neyðugt at orientera seg í hesum nýggja landslagnum fyri at vita, hvar tú flýtur, sigur Sunleif Rasmussen um sítt nýggja verk.
Hann dylur ikki fyri, at fólk skulu ikki fara til konsertina og vænta sær tónleik, sum kundi verið gjørdur fyri øld síðani, tí hetta er nútímans tónleikur, sum er gjørdur í nútíðini. Tí skulu fólk sleppa øllum ímyndum um, hvussu tey halda Ferðin fer at vera.
Tað er mæta skald okkara Jørgen-Frantz Jacobsen, sum eigur orðini til ?Ferðina?. Orðini eru úr bókini Dýrmæta Lív, sum er ein partur av brævaskiftinum millum systkynabørnini og vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz.
? Jørgen lýsir ofta sína sinnisstøðu við dómum úr tónleikinum, og bókin Dýrmæta Lív er full av dømum úr tónleikinum. William sjálvur gjørdi eisini nøkur tónleikaverk, so teir hava báðir havt tónleikin og brúkt hann í skaldskapinum, sigur Sunleif Rasmussen.
Byrjaði í Heinesens húsum
Sunleif fór undir at skriva hetta verkið í Heinesens húsum, har teir báðir hava ferðast sum ungir, og tónasmiðjurin sigur, at tað gav honum eyka íblástur at vera staddur í hesum húsunum.
? Drívmegin hevur verið sjálv bókin og teksturin, sum er einastandandi, skrivaður av einum 21 ára gomum manni ella unglingi. Teksturin rúmar hollum lívsroyndum, so Jørgen hevur verið ómetaliga vitugut maður, tá hann megnar hetta á so ungum aldri, sigur Sunleif.
Brævið, hvørs innihald verður nýtt í verkinum ?Ferðin?, er eitt tað fyrsta, sum stendur prentað í bókini Dýrmæta Lív. Tað varð skrivað í 1921, beint eftir at Jørgen-Frantz hevur fingið staðfest sjúkuna á fyrsta sinni.
Jørgen-Frantz hevur bygt brævði upp sum eitt tónleikaverk. Ymisku brotini bera heiti sum Maestoso, Andante, Rondo Allegro, og Grave.
? Teksturin er hóast alt 80 ára gamal, men hann viðgerð eitt tíðarleyst evni, so teksturin er eins aktuellur nú, sum hann er um túsund ár.
Ljós og myrkur
Sunleif greiðir frá, at grundelementini í tónleiki eru ljós og myrkur, og hetta er tað, sum ger tónleikin so universellan.
? Ljós og myrkur er nakað sum menniskjað hugsar um og fæst við alt lívið í yvirførdum týdningi.
Sunleif sigur, at tað kendist sum um brævið ?Nýggjársouverturan? hjá Jørgen-Frantzi varð skrivað til hansara tónleik, tí tað viðgerð evni sum ljós og myrkur.
Eitt stað í bókini skrivar Jørgen-Frantz, ?Stundum klukkar innan í mær av øllum vitleysum blásturinstrumentum í steðgunum millum sorgar violinir!?. Í hesum verkinum eru tað blásturinstrumentini, ið eru vill og vitleys, meðan strúkiinstrumentini hava tann syrgna leiklutin.
Sunnudagin gongur leiðin hjá Sunleifi til Paris, har eitt av hansara verkum verður framført mánadagin. Tað er forlagið hjá honum, sum hevur fingið hesa ferðina í lag.
Hjálp úr Íslandi
Tá tónleikarar og sangarar leygarkvøldið fara at trína fram á pallin í Norðurlandahúsinum verður tað Bernarður Wilkinson úr Íslandi, sum skal dirigera.
Tað verða bara áhugasangarar og ?tónleikarar við á konsertini, men Sunleif metir ikki, at hetta verður nakar vansi fyri góðskuna av framførsluni, men hann metir, at hetta verkið krevur nógv av tónleikarunum.
Føroya Symfoniorkestur fer eftir Ferðina at framføra verkið ?New World? eftir Antonin Dvorak.