Aftaná ein deydligan fyrra hálvleik, sum endaði 0-0 tók Víkingur seg saman og vunnu við einum sannførandi seinna hálvleiki ein 3-0 sigur á AB úti á Argjum.
Morten Overgaard, hjálparvenjari hjá AB ásannar, at teir eru ov óstøðugir, har teir aðru hvørja ferð tapa greitt, og aðru hvørja ferð fáa eitt gott úrslit.
Súni Olsen heldur, at Víkingur fann tað góða spælið fram í seinna hálvleiki, meðan tað var ov óskipað í fyrra hálvleiki. Um møguleikarnar at taka seg upp í tann fremsta oddin sigur Súni Olsen: Vit liggja á lúr, sum ein sjefari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Morten Overgaard og Súni Olsen søgdu við Hilmar Jan Hansen, aftaná dystin. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av 3-0 málinum hjá Súna Olsen. Tróndur Sigurðsson varð viðmerkjari til dystin á Rás2.