Í kvøld verður Europa League finalan í fótbólti. Hon er millum Atletico Madrid og Marseille. Millum Atletico Madrid fjeppararnar í Føroyum, er kendi flogbóltsspælarin, Suni Juul Pedersen. Ikki heilt ólíkur Peter Schmeichel í kropsbygnaði, valdi hann flogbóltin framum fótbóltin, har hann síðani hevur verið drúgvur á føroyska landsliðnum.
Les eisini: Diego Simeone má sita á áskoðaraplássunum
Undan Europa League finaluni í kvøld hava vit spurt hann, hvussu tað bleiv til júst Atletico Madrid, tá meginparturin heldur við FC Barcelona ella Real Madrid.
Les eisini: Danjal av Rana um Marseille
In.fo: Hví fórt tú at halda við júst Atletico?
Suni Juul Pedersen: Haldi alt byrjaði við, at eg tímdi ikki at halda við teimum somu liðum sum vinmenninir. Tá tú gekk í fólkaskúla, so skuldi tú næstan hava eitt lið i hvørjum landi at halda við. Tá tað kom til Spania, so hildu hinir við Barcelona og Real Madrid. Minnist at eg sá ein Champions League dyst hjá Atletico móti Ajax í 1997. Teir taptu 3-2, men tá var eg púra vekk i Atletico, sum milllum annað hevði Kiko og Diego Simeone á liðnum. Serliga Kiko dámdi mær væl fyrstu árini.
Hvussu væl fylgir tú við liðnum?
Eg vil siga, at eg fylgi øgiliga væl við. Hyggi eftir næstan øllum dystunum hjá teimum. Tað havi eg gjørt i nógv ár.
Ert tú spentur til finaluna í kvøld?
Eri rættiliga spentur til finaluna í kvøld. Sjálvt um tað ‘bara’ er Europa League finalan, so er tað ein dystur, sum hevur nógv at siga. Tað er langt síðani at tú sá, at tað ikki bleiv til nakað gull í landskappingini. Copa del Rey bleiv av ongum, og Champions League varð ein skandala. Ein sigur í hesu finaluni, so er kappingarárið ikki so galið allikavæl.
Hvat væntar tú av finaluni?
Fyri at vera heilt erligur, so vænti eg ikki ta mest spennandi finaluna. Vænti at Atletico fara, ikki teimum líkt, at stýra dystinum. Tað er eftir mínum tykki, klassamunur á liðunum. Um eg skuldi tippað, so hevði eg sagt 2-0 til Atletico. Kanska 3-0 um Antoine Griezmann er í hopla.
Hvør er spælarin at halda eyga við?
Tað er ongin ivi um, at Antoine Griezmann er lyklaspælarin hjá Atletico. Tá hann spælir upp til sítt besta, tá eru teir ringir at steðga. Vænti mær minst eitt mál frá honum i kvøld. Vænti eisini, at Diego Costa fer at gera um seg. Vónandi við einum máli, og ikki bara kjaftasliti og onkrari skitnari gerð.
Europa League finalan:
Marseille – Atletico Madrid (19.45)