Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Men hann vísir á, at tey í Starvsfelagnum ikki kunnu nokta teimum starvsfólkunum í Kringvarpinum, sum ikki eru limir í Starvsfelagnum, at arbeiða, tá Starvsfelagið hevur lýst verkfall.
Súni Selfoss er sjálvur starvsfólk í Kringvarpinum og limur í Starvsfelagnum og sum soleiðis í løtuni í farloyvi úr Kringvarpinum, júst tí at hann er formaður í Starvsfelagnum. Starvsfelagið er sáttmálapartur hjá øllum starvsfólkunum í Kringvarpinum, uttan leiðsluni. Og var tað soleiðis – sum tað var fyrr – at øll starvsfólk í Kringvaprinum vóru limir í Starvsfelagnum, so var tað bara tíðindaleiðarin av journalistunum í Kringvarpinum, sum kundi verið til arbeiðis í gjár. Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, og hann var til arbeiðis í gjár.
– Eg gangi sterkt út frá, at Føroysk Miðlafólk hevur sagt limum sínum, at teir ikki mugu taka upp verkfalsrakt arbeiði, sigur Súni Selfoss.
Les eisini: Nøkur starvsfólk í KVF stuðlaðu ikki sjúkrarøktarfrøðingum
– Vit vildu sjálvandi havt, at øll starvsfólkini í Kringvarpinum vóru limir hjá okkum, men tað er so góðtikið, at tey kunnu vera limir í Føroyskum Miðlafólkum. Men tað felagið er ikki samráðingarpartur, so Føroysk Miðlafólk er í okkara verð bara eitt áhugafelag. Og journalistarnir, sum eru limir har, fáa onga hjálp og ongar ágóðar frá Starvsfelagnum í mun til sáttmálar og annað, sigur Súni Selfoss.
Tað merkir, at starvsfólk í Kringvaprinum, sum bara eru limir í Føroysk Miðlafólk og ikki í Starvsfelagnum, onga ávirkan hava á síni lønarviðurskifti, tí tey í so máta verða mett sum ikki organiserað. Tey eru ikki limir í fakfelag, men í einum áhugafelag, sambært Súna Selfoss.
Hvussu hevur tú tað við, at nøkur starvsfólk í Kringvarpinum eru til arbeiðis og soleiðis tryggja, at Kringvarpið fær sent, sjálvt um talan er um fólk á tykkara sáttmálaøki?
– Í dag er tað øgiliga óheppið, tað má eg viðganga, sigur Súni Selfoss.
– Eg skilji ikki, hví Føroysk Miðlafólk ikki eisini hevur lýst samhuga fyri limir sínar á almenna arbeiðsmarknaðinum eins og øll hini feløgini hava gjørt, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
– Eg veit, at tey áður hava sagt, at tey vilja ikki leggja seg upp í stríð millum partar á arbeiðsmarknaðinum, og at tey skulu røkja áhugamál hjá samfelagnum og kunna um tað, sum gongur fyri seg.
Men kundu tykkra limir í Kringvarpinum ikki eins væl sagt so?
– Jú tað kundu vit havt gjørt. Men tað hava vit valt ikki at gera, sigur Súni Selfoss.