Sungu um frælsi og javna

Føroya fremstu tónleikarar og Amnesty Føroya deild hátíðarhildu leygarkvøldið altjóða mannarættindadagin við stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum.

Norðurlandahúsið var leygarkvøldið karmur um stóra útgávukonsert, sum Amnesty Føroya deild skipaði fyri. Umframt at hátíðarhalda 50 ára stovningardagin hjá Amnesty International mannarættindadagin var konsertin eisini síðsti liður í stóru sangskrivarakappingini hjá føroyska felagsskapinum.


Verð fyri øll vann

Á útgávurkonsertini, sum vardi í góðar tveir tímar, vórðu tey tíggju løgini, ið eru við á nýggju Amnesty-fløguni, framførd. Harafturat helt aðalskrivarin hjá Amnesty Føroya deild, Jacoba Kruse, eina røðu, prátað varð við tónleikararnar, og eisini blivu stuttfilmar um mannarættindi vístir á stórskíggja. Snúningsdepilin var boðskapurin um, at vit øll eru fødd fræls og javnlík. Tey, ið framførdu, vóru Linda Andrews, Bárður Johannsen, Guðrun og Bartal, Petur Pólson, Noel Joensen og Birgir Johannesen, Eyðun Nolsøe, Vígdis Fjallstein, Un Patursson, Petur Háberg og Lív Næs.

Sangirnir vóru fjølbroyttir hjá tónleikarunum, sum taldu bæði royndar og minni royndar persónar á føroyska tónleikapallinum. Meginparturin av løgunum vóru melodiøsar, popkendar balladur, men eisini var okkurt lagið, ið var meira rokk-kent. Eftir at øll tíggju løgini, sum eru á Amnesty-fløguni, vóru framførd, skuldi vinnarin av sangskrivarakappingini finnast. Kappingin hevur verið skipað á tann hátt, at allir føroyingar hava havt møguleika at atkvøða fyri besta lagnum. Eisini ein dómsnevnd hevur verið við í upgávuni at finna besta Amnesty-sangin. Í hesi dómsnevndini sótu Teitur, Sunnleif Rasmussen, Gissur Patursson og Eivør.

Vinnarin av stóru Amnesty sangskrivarakappingini og 15.000 krónum gjørdist Bárður Johannesen við sanginum “Verð fyri øll”, sum hann sjálvur hevur skrivað og gjørt lag til. Bartal og Guðrun, sum blivu ársins bólkur á Sement í ár, blivu nummar tvey við sanginum “Hygg rundan um”, sum Bartal Augustinussen hevur gjørt orð og lag til. Nummar trý gjørdist Petur Pólson og sangurin “Brendar Brýr”. Petur Pólson hevur skrivað sangin, og Benjamin Petersen hevur gjørt lagið. Nummar tvey og trý fingu ávikavist 10.000 og 5.000 krónur.