Altjóða miðil: Konsert hjá Silv­ur­drong­i millum tær bestu í 2025

Ein serlig konsert hjá Silvurdrongi í summar verður av tónleikamiðli mett sum ein av teimum bestu í fjør

Føroyski tónlistamaðurin Silvurdrongur (Trygvi Danielsen) hevur enn einaferð gjørt seg bemerktan í altjóða høpi. Hann er nevniliga komin á ein lista hjá stóra og viðurkenda tónleika- og mentanarmiðlinum Far Out Magazine, hvørs blaðfólk hava valt út teirra bestu live-tónleika-upplivingar í 2025.

 

Greinin kallast: “You had to be there: Far Out staff pick their live music moment of the year”.

 

Tað er tónleika-journalisturin Tom Taylor, sum hevur valt Silvurdrong út fyri eina heilt serstaka konsert umborð á einum báti í Føroyum. Hetta var ein sonevnd loynilig konsert, sum útlendskir tónleika-journalistar vórðu bodnir til beint undan G!-festivalinum, og eingin teirra visti, hvat bíðaði teimum.

 

Tað var so Silvurdrongur, sum trein fram á “pallin”… ella “dekkið”. Og blaðmaðurin lýsir upplivingina sum so sterka, at hann "mátti leita sær sálarliga hjálp eftirfylgjandi":

 

– I’m painfully aware that picking a gig at sea off the coast of the Faroe Islands could be construed as elitist, but in fairness, it was so good that I did seek the help of a psychologist to make sense of it afterwards. “Yes, it’s possible for an extraordinary concert to temporarily ‘spoil’ future ones,” I was told. “When we experience peak emotion, intense euphoria, connection, or awe – the brain encodes it as a reference point.”

 

Hygg og hoyr konsertina umborð á bátinum her:

 

https://www.youtube.com/watch?v=tkBhUqD8Py0

 

Av øðrum tónleikanøvnum á hesum listanum hjá Far Out Magazine kunnu eitt nú nevnast Oasis, Fontaines DC, FKA Twigs og Pulp. 

 

Silvurdrongur er nummar 9 út av 13 á listanum.

 

Far Out Magazine hevur fleiri enn 1 millión fylgjarar á Facebook og umleið 20 milliónir mánaðarligar síðuvísingar.

 

Les greinina HER.

 

##med2##