Bál og felagssangur Niðri á Hamri

Í kvøld er bál tendrað, og felagssangur hevur verið við bálið. Í annaðkvøld verður nógvur tónleikur og sangur á Sandi.

Væl av fólki var til felagssang og bál Niðri á Hamri á Sandi í kvøld, nú seinsummardagar eru í bygdini hetta vikuskiftið. Í kvøld verður kafé í Virkinum, og her verður livandi tónleikur, eins og skipað verður fyri Pub-Quiz. 

 

Stundisliga í morgin bjóðar Sands kommuna til ókeypis morgunmat, og longu klokkan 10 í morgin verður høvi hjá børnum at royna hoppiborgir á Ljósafløtti. Her kunnu børnini hugna sær til klokkan 20 í annaðkvøld.

 

Á middegi í morgin letur Virkið upp við matsølu og øðrum, og her verður opið heilt til klokkan 23, tá gjørt verður klárt til dansin, har Black Birds fara at spæla, og opið verður til klokkan 04. 

 

Umframt matsøluna í Virkinum, verður eisini listaframsýning her við lokalum listafólkum. Tá framsýningin letur upp á middegi, fer Oddfríður M. Rasmussen at siga nøkur orð um framsýningina, sum verður opin til klokkan 18.

 

##med2##

 

Stutt eftir middag í morgin verður barnaundirhald við Rógva í tjaldinum, og klokkan 13 verður eisini barnafelagssangur í tjaldinum.

 

Nógvur sangur og tónleikur verður á skránni á Sandi eftir klokkan 19 í annaðkvøld, og fyrst á pallin í tjaldinum verður Jasmin. 

 

Teir næstu tímarnar fara fleiri á pallin, og framførslurnar verða eftir hesi raðfylgju: Hanus G. Johansen, Páll Brim, Jens Marni, og frá klokkan 22.15 til 23 fara Frankie og Ási at framføra góðar slagarar í tjaldinum. 

 

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu sæst neyva skráin fyri seinsummardagar á Sandi.