Føroyingar í Bretlandi
Sigrid og Teitur vóru krúnan á verkinum á samkomuni, sum tó eisini hevði annað gott og áhugavert á skránni. Har var frálíkur føroysku viðskeri frá Miklagarði og Mungát frá Restorffs. Røtt varð so eisini yvir eitt evni, sum føroyingar burturi sum heima vísa stóran ans, nevniliga eina møguliga framtíðar oljuvinnu. Har "breiddi" oljumálaráðharrin seg út tá hann er bestur, og har varð frumsýning av fyrsta føroyska oljufilminum, sum Statoil hevur latið gera frá fyrstu oljuboringini við Føroyar.
Eitt sera hendingarríkt og hugnaligt kvøld, sum fer at verða umrøtt í blaðnum í næstu viku.