Verkið hjá SEV á Sundi hevur fingið nýggjan leiðara. Starvsheitið er verkmeistari.
Jørgin Mørkøre tók 1. november við sum verkmeistari. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum fyrsti meistari á virkinum.
Seinastu átta árini hevur Jákup Sørensen verið verkmeistari. Hann skal nú vera áðgevi hjá SEV viðvíkjandi Sundsverkinum.