Tá høvdu verið møguleikar bæði fyri tiløkum á sjálvbjargningsleið og fyri menning á ymiskum samfelagsligum og vinnuligum økjum, skrivar Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og formaður Fólkafloksins í tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið.
Tann mest eyðsýniligi møguleikin fyri samgongu er sambært Jógvani Sundstein núverandi samgonga við Sjálvstýrisflokkinum afturat.
– Sagt verður til dømis, at Tjóðveldi og Sambandsflokkurin ikki kunnu vera í samgongu saman. Men tað, sum serliga verður drigið fram, er, at Javnaðarflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum, so leingi Aksel Johannesen er formaður, vil skipa landsstýri við Fólkaflokkinum. Higartil hevur tað verið soleiðis hjá vanliga at sær komnum flokkum, at teir siga, at tað veldst ikki um, hvønn vit samarbeiða við, men hvat vit arbeiða saman um. Men hetta er sostatt ikki galdandi fyri føroyska Javnaðarflokkin, skrivar Jógvan Sundstein.
– Eg veit sjálvandi ikki, heldur enn nakar annar, hvør ein nýgg j samgonga verður, men ein kann so altíð gita. Eg meti einar tríggjar møguleikar, sum teir mest eygsýnligu:
a. Núverandi samgonga við Sjálvstýrisflokkinum afturat.
b. Núverandi andstøða
c. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og møguliga Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
Seinast nevndi møguleiki hevði verið tann mest framburðskendi. Har skuldi verið møguleikar bæði fyri tiløkum á sjálvbjargningsleið og fyri menning á ymiskum samfelagsligum og vinnuligum økjum.
Jógvan Sundstein var valdur á ting fyrstu ferð í 1970. Hann gavst í politikki í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Jógvan Sundstein var formaður í Fólkaflokkinum frá 1980 til 1994. Hann var løgmaður frá 1989-91 og fíggjarmálaráðharri frá 1991-93.