Upptakt
Tað kom væl við hjá KÍ, at teir síðsta leygardag loksins fingu nøkur stig til høldar, tá ið teir vunnu 2-1 á TB á Sevmýri. Um tað var veteranurin Kurt Mørkøre, ið gjørdi come-back á Tvøroyri, sum inspireraði til sigurin, er ilt at siga, men í Klaksvík vóna teir, at skeiva gongdin nú er komin at enda.
Ov góðir til botnin
Liðskiparin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, sigur, at klaksvíkingar hava góðar vónir til dystin móti EB/Streymi, og hann heldur ikki, at so nógv skal leggjast í, at EB/Streymur hevur vunnið báðar dystirnar, ið liðini bæði hava spælt móti hvørjum øðrum higartil í ár.
- Tað sær gott út hjá okkum við fólki til dystin móti EB/Streymi. Vit hava einki leikbann, og eingin spælari er skaddur. Vit vóna, at dysturin á Tvøroyri var startskot til eina vend í úrslitunum hjá okkum, sigur Heðin á Lakjuni, sum heldur, at KÍ hevur alt ov gott fólk til at liggja so niðarlaga á stigatalvuni.
Á Eiði er eisini væl statt við fólki. Eins og undanfarna vikuskifti eru allir mans tøkir burtursæð frá liðskiparanum Jákup Martini Joensen, ið hevur verið skaddur ein stóran part av árinum í ár. Jákup Martin royndi at venja eitt sindur í vikuni, men hann fekk so nógv pínu, at óvist er, nær hann verður aftur á vøllinum.
At EB/Streymur hevur vunnið báðar dystirnar móti KÍ í ár 1-0 ger eisini sítt til, at sundalagsmenn hava góðar vónir til dystin, men teir siga eisini verða greiðar yvir, at talan er um ein truplan dyst í Klaksvík móti einum svangum KÍ-liði.