Sundalagsmenn hava gott tak á B36

Tað er ongantíð lætt hjá útiliðunum, sum vitja EB/Streym á Mølini, og í kvøld verður neyvan nakað undantak, tá ið eitt skert B36-lið kemur norð á vitjan.

B36 hevur tað mangan trupult móti sundalagsmonnum. Ikki tí, tá ið liðini bæði hittust í Gundadali í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, var havnarfelagið greitt omaná og vann ein tryggan 4-0 sigur. Men verður hugt bara eitt vet longur aftur í søgubøkurnar, so sæst, at í fjør vann EB/Streymur báðar dystirnar móti árstalsfelagnum úr Havn við trimum málum móti einum!

Skert B36-lið
Tað verður uttan iva eitt skert B36-lið, sum fer norður til Eiðis - spurningurin er bara, hvussu skert tað verður? Málverjin hjá B36, Tróndur Vatnhamar, sigur, at teir báðir, Arnbjørn Danielsen og Bárður Mortansson, neyvan verða at síggja á vøllinum í kvøld, og harafturat er eisini stórur ivi um landsliðsleikararnar Johannus Joensen og Pól Thorsteinsson.
Tróndur Vatnahamar sigur, at talan er um ein truplan dyst á Eiði, og hann ásannir eisini, at B36 ikki altíð hevur havt bestu úrtøkuna móti EB/Streymi. Hann sigur, at teir mangan hava havt lyndi til at undirmeta sundalagsmenn, og tí krevur tað, at hugburðurin er í lagi í kvøld, tá ið farið verður á vøllin, tí at annars gongur galið, heldur Tróndur Vatnhamar.
Spurdur um tað hevur nakra ávirkan, at B36 hósdagin var fyri stórtapi á útivølli í Letlandi í UEFA-Cup, sigur Tróndur Vatnhamar, at tað hevur tað ikki, tí teir allatíðina væntaðu at tapa, og tað var ein heilt annar dystur, sum einki hevur við dystin í kvøld at gera.

Sundalagsmenn hava tikið sær av løttum
Liðskiparin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, hevur góðar vónir undan dystinum í kvøld. Hann sigur, at tað sær hampuligt út hjá felagsliðnum, hvat viðvíkur skaðum. Einasti spælari, sum við vissu ikki fær spælt, er Fróði Clementsen, tí hann hevur fingið ein fipurskaða. Onkrir aðrir hava smásnuddir at dragast við, men Jákup Martin heldur ikki, at tað fer at forða nøkrum av teimum í at spæla dystin í kvøld.
Ikki hevur verið gjørt tað stóra við venjingina norðuri á Eiði í summar. EB/Streymur var ein túr á venjingarlegu í Italia, men tann túrurin var meiri ein sosialur túrur heldur enn ein venjingarlega, og vit sluppu veruliga at taka okkum av løttum, greiðir Jákup Martin Joensen frá.
Eftir ólavsøka hava teir hjá EB/Streymi tó vant sera hart tríggjar ferðir, men Jákup Martin heldur ikki, at tað ger nakar, at teir hava fingið loyvi til at taka sær av løttum í summar, tí so eru teir ikki troyttir av fótbólti, sum onkur annar kanska er tað.