Sundalagsfólk skrivaðu søgu

Børnini í Sundalagnum hava tað gott, tey ungu hava tað gott, nógv virksemi er kring um í økinum, og tey gomlu hava tað gott.

 

Í Vikublaðnum mánadagin, sum verður borið í hvørt hús, er serblað um Sunda kommunu, sum nú hevur tíggju ár á baki - eftir at seks kommunur sjálvbodnar løgdu saman hin 1. januar 2005.

 

Sunda kommuna er í støðugari menning og vøkstri. 

 

Børnini í Sundalagnum hava tað gott, tey ungu hava tað gott, nógv virksemi er kring um í økinum, og tey gomlu hava tað gott.

 

Kommunan hevur eina vælvirkandi umsiting við dugnaligum starvs-og arbeiðsfólki, og kommunan letur dyrnar upp fyri tilflytarum og fólki annars, sum hava hug at steðga í fjølbroytta handilsøkinum við Norðskála.

 

Mentanarlívið, sum kommunan fegnast um og stuðlar fíggjarliga, stórtrívist, og fólk kring um í bygdunum eru bjartskygd og positiv um framtíðina.

 

Tað skerst ikki burtur, at fólkið í Sunda kommunu skrivaði søgu, tá seks kommunur - sjálvbodnar - løgdu saman í eina kommunu fyri tíggju árum síðan.