Sundalagið og B68 eru í øðrvísi leikluti

LØGMANSSTEYPIÐ: Víkingur hevur tvær ferðir forðað Skála í at vinna seg í fyrstu steypafinaluna, og tað eru níggju ár síðani, at KÍ vann steypafinaluna

Fýra feløg verða í dag varpað úr steypakappingini, og fýra fara at vinna sær rættin at spæla hálvfinalu.

 

Trý av teimum átta feløgunum í fjórðingsfinaluni hava ongantíð vunnið løgmanssteypið.

 

Eitt av teimum er B68, sum seinni í dag fer at spæla á útivølli ímóti B71. Í landskappingini eru toftamenn oftast undirtippaðir. Í dag er mótstøðuliðið í næstbestu deildini, og tí verður tað ivaleyst luturin hjá B68 í dag at vera meiri á bóltinum, enn toftamenn plaga at vera í landskappingini.

 

B71 hevur vunnið løgmanssteypið einaferð. Í steypakappingarhøpi var gylta árið hjá B71í 1993, tá ið sandoyingar við Piotr Krakowski sum venjara vann finaluna ímóti HB 2-1. B71 málskjúttar vóru Torbjørn Jensen og Páll á Reynatúgvu.

 

Høvuðssetningurin hjá B71 í ár er at vinna uppflyting í bestu deildina. B71 er á triðja plássi, og í dag ræður tað um at reisa seg eftir óvæntað 4-0 tap skírisdag á Argjum. Øll málini vórðu skorað fyrstu 20 minuttirnar.

 

Í landskappingini er luturin hjá EB/Streymi oftast at vera í verjustøðu og at dúva upp á skjót mótálop. Í dag fær EB/Streymur í Hólmanum á Eiði vitjan av AB, sum er í næstbestu deildini.

 

AB hevur ongantíð verið í steypafinaluni og AB hevur tískil ongantíð vunnið steypakappingina. EB/Streymur fýra ferðir – í 2007, 2008, 2010 og 2011.

 

Í Sapugerði í Gøtu fær Víkingur vitjan av Skála. Hjá Víkingi hevur tað higartil í ár verið striltið í landskappingini, meðan tað í steypakappingini í fyrsta umfari endaði við 3-1 heimasigri ímóti NSÍ. Víkingur hevur vunnið steypakappingina seks ferðir. Síðsti finalusigurin hjá Víkingi var í 2022, tá ið Víkingur vann 1-0 ímóti KÍ, og Sølvi Vatnhamar tríggjar minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til sigursmálið.

 

Skála hevur ongantíð vunnið steypakappingina. Skálamenn hava fleiri ferðir áður verið í fjórðingsfinaluni, og teir hava verið  fýra ferðir í hálvfinaluni: Í 2006 tapti Skála í hálvfinaluni ímóti KÍ, í 2007 Skála ímóti EB/Streymi, og í 2016 og 2019 var tað Víkingur, sum forðaði skálamonnum at vinna seg í steypafinaluna.

 

B36 er í Klaksvík. Í øðrum umfari hittust B36 og KÍ í landskappingardysti í Gundadali, og tá vann KÍ 3-1.

 

B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir. Síðsti B36 sigur í steypafinalu var í 2021.

 

KÍ hevur vunnið steypakappingina seks ferðir. Síðsti KÍ sigur í steypafinalu var í 2016.

 

Fjórðingsfinalur kappingini um løgmansteypið:

 

Í dag

 

KÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

EB/Streymur – AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Víkingur – Skála: Eiler Rasmussen kl. 17.15

 

B71 – B68: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.15