Sundalagið siglir sín egna sjógv

Í góðveðrinum í kvøld var 12. umfar í Effo deildini á skránni. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at EB/Streymur við 2-1 heimasigri á ÍF rættuliga styrkti um sína støðu sum oddalið. EB/Streymur er nú fimm stig frammanfyri næsta kappingarneytan, sum er Víkingur.

Fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð. Tá ið støðan var 1-0, misnýtti ÍF liðformaðurin Bartal Eliasen brotsspark, sum EB/Streyma málverjin René Tórgarð bjargaði.

Hetta var sætta landskappingardysturin á rað, at EB/Streymur vann fulla úrtøku, og EB/Streymur hevur spælt tíggju landskappingar á rað uttan at tapa.

Síðst EB/Streymur tapti var 30. mars, tá ið Víkingur vann 2-1 í Sarpugerði.

Í kvøld spældi Víkingur fyri fyrstu ferð á nýggja undirlagnum í Sarpugerði. Úrslitið ímóti NSÍ var 1-1. Tað ber við sær, at Víkingur er næstfremst við 22 stigum.

Hetta var fimta ferðin á rað, at Víkingur ikki megnaði at vinna fulla úrtøku.

Leygardagin hittast EB/Streymur og Víkingur í Streymnesi.

Hóast KÍ tríggjar minuttir eftir steðgin misti Filip Djordjevic, so megnaðu klaksviíkingar at vinna trivaligan 3-0 sigur á heimavølli ímóti B68.

Sigurin ber við sær, at KÍ nú hevur vunnið seg fram á bronsuplássið.

B36 vann tætta grannauppgerð ímóti HB 1-0. Sigurin ber við sær, at meistararnir í B36 hava lagt seg upp á síðuna av HB. Havnarfeløgini bæði eru á fjórða plássi saman við ÍF.

TB vann oyggjauppgerðina í Trongisvági ímóti FC Suðuroy 3-0. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er heilt isolerað í botninum.

Stríðið um at sleppa undan hinum niðurflytingarplássinum stendur millum grannafeløgini á eystara armi á Skálafjørðinum. NSÍ og B68 hava ellivu stig í part, og tað eru fimm stig fram til TB.

 

12. umfar

B36-HB 1-0

TB-FC Suðuroy 3-0

KÍ-B68 3-0

EB/Streymur-ÍF 2-1

Víkingur-NSÍ 1-1

 

Støðan

EB/Streymur 27

Víkingur 22

KÍ 21

ÍF 18

HB 18

B36 18

TB 16

NSÍ 11

B68 11

FC Suðuroy 3

 

13. umfar

Leygardagin 16. juni

EB/Streymur-Víkingur

B36-KÍ

Sunnudagin 17. juni

TB-NSÍ

HB-FC Suðuroy

ÍF-B68

 

 

 

---------------------------

 

 

Tað var spenningur og dramatikkur i Gundadali i kvøld. B36 vann 1-0 á HB. Málið skoraði Dánjal Rói Olsen miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Fram ímóti dystarenda vórðu tveir HB spælarar riknir av vølli - Hallur Hansson og Rógvi Holm.

 

 

Liðugt!

1-0

 

Nú longda leiktíðin er um at vera farin, hevur HB mist ein mann aftrat. Rógvi Holm er rikin av vølli!

 

90 min.

1-0

Hallur Hansson hjá HB er rikin av vølli. Eftir lítlari løtu hevur hann tvær ferðir sæð gula kortið.

 

 

85 min.

1-0

 

80 min.

1-0

HB hevur flutt Fróða Benjaminsen fram í álopið, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum!

 

75 min.

1-0

B36 hevur verið omaná í 2. hálvleiki, meðan tað í 1. hálvleiki gekk meiri javnt á.

 

65 min.

1-0: Dánjal Rói Olsen

Ungi álopsspælarin varð spældur púra leysur, og so setti hann bóltin framvið HB málverjanum. HB vildi hava dømt fyri rangstøðu, men tað var dómarin ikki samdur í.

 

50 min.

0-0

B36 hevur havt góða roynd, men HB verjan blokeraði.

 

Hálvleikur

45 min

0-0

Ferðin er økt fram ímóti steðginum, men tað er framvegis málleyst í Gundadali.

33 min.

0-0

HB hevur skift út. Kristin R. Mouritsen er komin inn í staðin fyri Jógvan Skeel Nolsøe, sum fór skaddur av vøllinum.

 

30 min.

0-0

Tað hevur ikki verið serliga intenst í grannauppgerðini higartil. Liðini hava havt ein møguleika í part. Hallur Hansson hjá HB og Lukasz Cieslewicz hava havt royndir, uttan at tað hevur borið mál við sær.

Eitt lítið lot er í Gundadali, og tað er HB, sum hevur lotið undan.

 

13 min.

0-0

Higartil hevur talan ikki verið um serliga stórar málmøguleikar.

 

5 min.

0-0

 

B36-HB kl. 19.15

Dómari: Petur Reinert

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Atli Danielsen, Súni Olsen, Símun Joensen - Bárður Olsen, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz - Jákup á Borg, Dánjal Rói Olsen

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortesen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Jógvan Skeel Nolsøe, Andrew av Fløtum

 

---

 

Liðugt

2-1

 

Við sigrinum hevur EB/Streymur staðfest oddasessin!

 

3 minuttir lagdir aftrat, og ÍF hevur verið vandamikið eftir hornasparksinnlegg!

 

90 min.

2-1: Thomas Asmussen

ÍF hevur spent álopsbogan fult og heilt. Bartal Eliasen er nú í álopinum, og Thomas Asmussen hevur skorað. ÍF hevur havt tvær aðrar góðar royndir, men René Tórgarð hevur verið sannur brandur millum stólparnar hjá EB/Streymi.

 

80 min.

2-0: Gert Hansen

Alt bendir á, at talan verður um heimasigur við Margáir. Gert Hansen hevur skorað eftir hornasparksinnlegg.

Stutt frammanundan at EB/Streymur økti um leiðsluna, misnýtti ÍF liðformaðurin brotsspark, sum René Tórgarð í EB/Streyma málinum bjargaði.

 

70 min.

1-0: Levi Hanssen 70.

Eftir gott uppspæl og fríspæling frá Arnbjørn Hansen hevur miðvallarin Levi Hanssen fyri blonkum máli skorað til 1-0.

 

55 min.

0-0

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

50 min.

0-0

Heimaliðið hevur havt bóltin meiri tað, sum er farið av 2. hálvleiki, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

Hálvleikur

0-0

 

40 min.

0-0

Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar síðstu løtuna.

 

34 min.

0-0

 

20 min.

0-0

Spentar støður hava verið í báðum endum, men heimaliðið hevur havt størsta møguleikan.

 

EB/Streymur-ÍF kl. 19.00

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen - Levi Hanssen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Løkin, Høgni Madsen,Thomas Asmussen, Nenad Saric - Clayton Soares

 

---

Liðugt!

3-0

 

90 min.

3-0: Poul Ingason

 

65 min.

2-0: Dimitrij Jankovic

Alt bendir á heimasigur til TB, nú miðverjin Dimitrij Jankovic hevur við høvdinum skorað til 2-0 eftir frísparksinnlegg frá

 

35 min.

1-0: Bojan Timic 30. br

Heimaliðið er greitt omaná í Trongisvági, har TB hevur skorað við brotssparki. Tað varð dømt eftir at at Bojan Timic fór um koll.

 

25 min.

0-0

 

TB-FC Suðuroy kl. 19.00

 

---

 

Liðugt!

 

 

90 min.

3-0

 

80 min.

3-0

 

60 min.

3-0: Páll Klettskarð 58.

KÍ er undirmannað, tí Filip Djordjevic er útvíistur eftir tvey gul kort. Tað var í 48. minutti. Siðani hevur Páll Klettskarð úr spískum skorað eftir frísparksinnlegg frá Hjalgrími Elttør.

 

46 min.

0-0

B68 hevur beinanvegin eftir steðgin sett Óla Olsen á vøllin í staðin fyri André Olsen.

 

Hálvleikur

2-0: Heðin á Lakjuni

Klaksvíkingar hava rættuliga sett seg á uppgerðina í Klaksvík. Eftir at hava sneitt fleiri av mótstøðumonnunum av sær hevur vinstri vongverjin Heðin á Lakjuni sent bóltin í málið.

 

 

 

 

35 min.

1-0: Páll Klettskarð 32

Heimaliðið hevur í góðveðrinum í Klaksvík lagt seg á odda ímóti B68. Málskjútti var Páll Klettskarð, sum rættuliga er í góðum málstima. Hann umsetti til mál eftir góða sending frá Andy Olsen úr vinstru.

 

25 min.

0-0

 

KÍ-B68 kl. 19.00

Dómari: Rói Jacobsen

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, John Hammer, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen, Filip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen, Andy Olsen - Páll Klettskarð

B68. Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Einar T. Hansen, Remi Langgaard - Jónleif Højgaard, Ndende, Jústinus R. Hansen, André Olsen, , - Christian Høgni Jacobsen, Kristian Anton Andreassen

---

 

Liðugt!

 

90 min.

1-1

 

55 min.

1-1: Fritleif í Lambanum

Nú er javnt í Sarpugerði. Fritleif í Lambanum hevur við høvdinum sett bóltin í NSÍ málið eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar.

 

Hálvleikur

0-0

40 min.

0-1: Jann Martin Mortensen 37.

Jann Marin hevur harvið skorað fyrsta málið á nýggja undirlagnum í Sarpugerði. Árni Frederiksberg legði innfyri, Ari Ó. Ellingsgaard royndi seg við skoti, sum Geza Turi hálvbjargaði, og so var Jann Martin Mortensen fyrstur á returbóltinum.

 

25 min.

0-0

 

Víkingur-NSÍ kl. 19.00

 

 

 

 

Fult umfar er í Effo deildini í kvøld.

Grannauppgerð er í Trongisvági, har TB og FC Suðuroy dystast, grannauppgerð er á nýggja vøllinum í Sarpugerði, har NSÍ vitjar Víking, og grannauppgerð er í Gundadali, har B36 og HB hittast.