Sundalagið er heilt fyri seg sjálvt

Eftir heimatap fyri uppflytarunum eru ábendingar um, at tað ikki stendur væl til á Skála, sum framvegis er stigaleyst

Fótbóltur

Inni í Traðardali fingu teir á felagsliðnum í Sundalagnum fyri fyrstu ferð í ár mál ímóti sær – bæði eitt og tvey. Men tað man vera at liva við hjá EB/Streymi, sum fekk øll stigini við sær aftur um Skopunarfjørð.
NSÍ tapti í Klaksvík, og nú er EB/Streymur einsamalt á odda við tólv stigum. Eingin ivi kann vera um, at EB/Streymur, sum inntil síðstu minuttirnar í fjør var besta boðið upp á FM heitið, aftur í ár eigur stak gott lið. Ivaleyst er liðið hjá teimum í Streymnesi uppaftur betri, enn tað var í fjør.
Spurningurin er, hvussu væl tey, sum tað verður roknað við skulu kappast við EB/Streym, eru fyri, og hvussu væl hesi liðini fara at verða fyri, sum umfar legst afturat umfari í hesum kappingarárinum.
Størstu kappingarneytarnir hjá oddaliðnum hava verið roknaðir at vera havnarfeløgini og NSÍ.
Teir í Runavík fingu burturúr trimum teimum fyrstu umførunum fulla úrtøku, uttan at leikliga avrikið kendist serliga sannførandi. Í Klaksvík dumpaðu teir rudduliga, og tað er væl hugsandi, at onnur feløg frá KÍ fingu íblástur um, hvussu NSÍ skal taklast.
Tað er langt ímillum, at havnarfeløgini í fleiri umfør á rað ikki fáa fulla úrtøku. Framvegis er tað sannlíkt, at B36 og HB fara at vera framvið, tá ið oktober mánaður fer at nærkast endanum. Í HB eru tey nevyan nøgd um, at liðið bara hevur fýra stig eftir fyrstu fýra umførini. Harvið eru átta stig upp til EB/Streym, men við 23 umførum at vinna tann munin aftur, eru oddsini kortini betri, enn tey vóru við fýra dystum eftir í fjør!
EB/Streymur skal í fimta umfari stríðast ímóti B36, og KÍ skal vitja HB. Vinna havnarfeløgini hesar deystir, so verður kappingin aftur púra opin. Verður talan hinvegin um sigrar til KÍ og EB/Streym, so er lagt upp til brak, tá verandi oddaliðið vitjar í Klaksvík í sætta umfarinum.

Tungur botnur
At tað eru nýggjar tíðir á Skála, vísir støðutalvan væl og virðiliga. Skála er einasta felagið, sum einki stig hevur fingið stig, og tað er ikki undarligt, um reyða lampan fer at blunka, tá ið einki fæst burturúr á heimavølli ímóti uppflytarunum av Argjum.
Kappingin er ung, og tað er tíðliga at tosa um kreppu og uppsagnir av venjarum. Undanfarnu árini eru fleiri venjarar sagdir úr starvi, og undan fjórða umfari reyk fyrsti venjarin í næstbestu deildini. Einki forgjørt er í tí, um prognosan eftir fýra umfør í Formula deildini sigur, at favorittur til fyrsta venjaraskifti er Skála.
Hjá VB/Sumba hevur tað verið striltið, síðani teir í fyrsta umfarinum fingu fulla úrtøku burturúr ímóti AB. Við sigrinum á Skála vístu argjamenn, at teir ætla sær meiri enn bara at vera kanónføði.
GÍ fekk aftur trý stig á útivølli, og higartil hava gøtumenn havt betri hug at halda seg at teimum fremru liðunum enn nøkrum øðrum.
At nýggju feløgini ikki av sær sjálvum nýtast at vera kanónføði, hava sandoyingar longu so staðiliga undirstrikað. B71 megnaði hesa ferð at geva EB/Streymi, sum higartil hevur verið í flokki fyri seg sjálvt, skarpan gang.
Á Argjum og á Sandi verður aftur og aftur undirstrikað, at teir bara hugsa um næsta dyst, og at tað ikki verður fyrrenn í heyst, at tað fer at vísa seg, hvussu langt samlaða úrtøkan fer at bera. Ein ábending um hetta fæst kanska, tá AB komandi umfarið hevur heimadyst móti júst B71.