Sundakórið bjóðar til jólakonsertir

Nú eru fleiri tekin um, at jólini eru í nánd. Veðrið er skiftandi og myrkt, og fólk hugna um til høgtíðina. Tað verður pyntað úti og inni. Nýggjar fløgur og bøkur koma út. Jólatrøini koma upp at standa aftur og verða tendrað - og børnini gleða seg.

Eitt av sereyðkennunum hesa tíðina eru jólakonsertinar kring landið. Mong eru so heppin at hava eitt sangkór nærindis.

Gott at fólk geva sær stundir at royna at hugna um hesa myrku tíðina, og vónandi fáa vit øll lut í jólagleðini.

Við Sundalagið og økið um hesar leiðir eru tey so heppin at hava sangkór. Sundakórið fer nevniliga at hava tvær jólakonsertir við kendum jólaløgum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyrra jólakonsertin verður í Eiðis kirkju mánakvøldið hin 5. desember klokkan 20 - og hin seinna í Norðskála kirkju mánakvøldið hin 12 desember klokkan 20.