Leygardagin 14. mai, fara tey í Sunda Kommunu at rudda, tí tá verður árligi ruddingardagurin í kommununi. Lagt verður til brots klokkan níggju á morgni, tá ið heitt verður á borgarar at møta í bygdarhúsum og samkomuhúsum í teimum ymsu bygdunum.
Har verður fyrst morgundrekka at fáa, rundstykki, kaffi, te og saft og har fáa fólk eisini posar og handskar.
Klokkan 13 møtast tey aftur í somu støðum og tá verður aftur ein biti at fáa og okkurt drekkandi afturvið.
Tey siga, at ta er neyðugt at skilja burturkastið, so at tað, sum brennur, er fyri seg og hitt er fyri seg og so koma bilar hjá kommununi runt eftir burturkastinum og koyra tað á umhvørvisplássið við Streymin.
Ruddað verður í øllum bygdum, uttan í Tjørnuvík, men har verður ruddað einaferð seinni.