Sundabáturin sigraði á heimasjógvi

Sundabáturin var einasti báturin úr Norðoyggjunum, sum megnaði at vinna á heimasjógvi. Á miðjum máli var kappingin hørð við serliga Stráluna, men í endaspurtinum var eingin ivi

Sjálvt um Sundabáturin ikki beinleiðis er á heimasjógvi í Klaksvík, so er Norðoyastevnuróðurin tann róðurin, har Sundabáturin er tættast við at vera á heimasjógvi.

Leygardagin eydnaðist eisini Sundabátinum at fáa eina góða byrjan uppá kappingarárið, tá teir vunnu fyrsta stevnuróðurin hjá 6-mannaførum við monnum.

Stóran part av róðrinum var kappingin hørð við serliga Stráluna, men í endaspurtinum var eingin ivi. Sundabáturin hevur havt ein sera góðan endaspurt síðstu árini,, og hesin kom eisini til sjóndar leygardagin. Her fóru teir meir enn eina bátslongd fram við Stráluni, og at enda vunnu teir ein tryggan sigur.

Gleðin var sum vera man stór á manningini.

- Vit hava ongantíð verið sterkir í startinum og í miðróðrinum, og tí høvdu vit ikki væntað at lagt okkum á odda frá byrjan av. Tað hevur tó stóran týdning at fáa eina góða byrjan, og sjálvt um har var spenningur mitt á málinum, so var eingin ivi í endaspurtinum, segði bátsformaðurin á Sundabátinum, Hjalmar Zachariasen.