Hóast ivasama byrjan aðru ferð startdómarin skeyt róðurin hjá seksmannaførunum í gongd, so megnaði Sundabáturin at vinna róðurini Vestmanna leygardagin.
Og sum hinar ferðirnar, tá teir hava vunnið, var rómurin øgiligur á kaiini av viðhaldsfólkunum, sum vóru komin at síggja róðurin.
Seksmannaførini við monnum startaðu tvær ferðir á Fjarðastevnu, tí nakrir bátar loystu seg úr fasta startinum, áðrenn dómarin skeyt róðurin í gongd. Hetta verður nú mett at vera tjóvstartur, hóast bátarnir ikki byrja at rógva áðrenn skotið, og tí skjýtur dómarin av.
Í tí fyrra startinum fekk Sundabáturin ein góðan start, og ein av manningini sigur, at hann hevði ongan hug til at steðga, tá hann hoyrdi skotið, tí báturin gekk so væl. Men har var onki at gera. Bátarnir máttu steðga og byrja umaftur.
Aðru ferð gekk ikki so væl hjá Sundabátinum. Starturin var onki at reypa av, og tí gekk tað ein løta, áðrenn teir komu fyri seg. Men teir komu so líðandi fram, og hildu seg har ? tó í harðari kapping við serliga Jarnbard.
Um hálvt málið byrjaði Jarnbardur at taka seg longur og longur fram, og tað endaði eisini við, at blái báturin úr Havn legði seg á odda.
Hetta mundi taka nakað av luftini frá fleiri av viðhaldsfólkunum hjá Sundabátinum, men sum onkur tók til, so er ein róður ikki yvirstaðin fyrr enn dómarin hevur skotið.
Á fleiri stevnum hevur Sundabáturin havt ein framúr endaspurt, og á Fjarðastevnu var tað onki undantak. Teir tóku seg longur og longur fram á Jarnbard, og komu framum. Tá avtornaði lógu teir nærum eina bátslongd frammanfyri.
Sum vera man var frøin stór, og tað var ein undarlig sjón at síggja fleiri av manningini reisa seg upp í sigursgleði, so skjótt sum skotið gekk av. Tí teir vóru nóg illa komnir upp á beinini, so duttu hesi undan teimum, og teir lógu skerflatir í bátinum.
Tað gekk so ein løta, og so komu teir uppaftur at standa og tá bar til .
Við rópum og sangi varð Sundabáturin drigin upp og borin upp um høvd, og har skortaðu ikki hendur at taka í.
Sundabáturin liggur nú sjey stig framman fyri Jarnbard í kappingini um at gerast føroyameistari, so tann veruligi spenningurin framyvir man fara at vera, hvør fer at vinna tær báðar komandi stevnurnar.
1 Sundabáturin 05.18.04
2 Jarnbardur 05.20.15
3 Gongurólvur 05.21.23 1G
4 Strálan 05.23.00
5 Víkingur 05.26.00
6 Hósvíkingur 05.26.10
7 Sølmundur 05.28.21 1G
8 Lómur 05.31.06
9 Hvessingur 05.38.11
10 Sandingur 05.39.09
11 Smyril 05.45.22










