Sundabáturin aftur í støtinum

Bátsforma_urin á vinnarabátinum á Jóansøku heldur sína manning ikki vera nóg roynda, og hann roknar vi_, at teir tær næstu fer_irnar skulu kappast vi_ í minsta lagi_ f_ra a_rar um fremsta plássi_

Teir vunnu á Nor_oyastevnu. Tí vóru teir favorittar á Eystanstevnuni. Men tá gekk einki serligt hjá teimum. Á Hvalvík vóru teir aftur næstfremstir. Tá høvdu teir ein framúr endaspurt, men ta_ gekk akkurát ikki. Jarnbardur var nakrar fáar sponnir undan Sundabátinum um máli_.
Í Vági gekk ta_ sum eftir ánni. Sundabáturin endurvann fremsta plássi_, sum teir vunnu á Nor_oyastevnu. Talan var um framúr spennandi og tætta kapping. Strálan, sum ikki hev_i sta_i_ seg so væl í trimum teimum fyrstu kappingunum, hev_i umskipa_ mansskapi_ eitt sindur, og hesa fer_ gekk nógv betri hjá teimum. Strandabáturin var bara ein lítlan skut aftanfyri Sundabátin á mál.
- Talan var um mest umskiftandi kappingina higartil. Vit vóru væl vi_ í kappingini alla tí_ina, men ta_ skifti rættuliga nógv. Serliga høvdu vit eyguni vi_ Jarnbardi, sum vann bæ_i á Skálafjør_inum og á Hvalvík. Hann var leingi væl vi_ í kappingini í Vági, og ta_ var Gongurólvur eisini. Vit høvdu serliga eyguni eftir teimum bá_um. Men tá i_ ta_ nærka_ist málinum, blanda_u Lómur og serliga Strálan seg orduliga uppí. Tí var_ ta_ so ógvuliga spennandi, sigur Livar Nysted, sum er bátsforma_ur umbor_ á Sundabátinum.
Men hví vóru ta_ tit, sum vunnu hesa fer_, tá i_ ta_ ikki hevur eydnast hjá tykkum tvær tær undanfarnu fer_irnar?
- Kappingin er tøtt, og ta_ skal ofta rættuliga líti_ til, á_renn møguleikin fyri at vinna er burtur. Tak eitt nú Jarnbard hesa fer_. Eftir at hann hev_i kappast vi_ eitt nú okkum um fremsta plássi_, enda_i hann langt afturi í rø_ini. Ivaleyst vóru teir óhepnir og komu ikki so væl fyri í eitt sindur óslætta og aldukenda sjónum, tá i_ ta_ ráddi mest um. Hjá okkum gekk ta_ ikki so væl á Skálafjør_inum, tí tá hev_i ein av okkum trupulleikar vi_ pútuni í startspurtinum. Á Hvalvík var eingin ivi um, at ta_ vóru nógvar kreftir eftir, tá i_ vit komu ímóti málinum. Tíverri vóru vit ta fer_ina ov seinir upp í bekk, sta_festir Livar Nysted.

Royndirnar resta
Bátsforma_urin á Sundabátinum heldur ikki, at ta_ ber til at skáka sær undan vi_ forkláringum av ymsum slagi um, hví ta_ ikki gekk solei_is, sum ætlanin frammanundan hev_i veri_.
- Ta_ er ein partur av tí heila. Ta_ nyttar ikki at i_ra seg um mistøk og kiksarar aftaná. Hetta er naka_, sum man lærir so vi_ og vi_, og vit hava í hvussu so er lært, at ta_ kostar nógv at gera mistøk.
Roknar tú nú vi_, at tit eru favorittar í FM kappingini?
- Stø_utalvan sigur, at vit liggja væl fyri. Ta_ var harmuligt hjá Jarnbardi, at hann hesafer_ skuldi enda so langt afturi í rø_ini. Undanfarnu kappingarnar hava víst, at hann hoyrir heima fremri enn so. Men ta_ ver_ur rættuliga hør_ kapping næstu fer_irnar, og vit fara at gera ta_, sum vit eru mentir. Eg haldi, at ta_ darvar okkum eitt sindur, at vit ikki hava so nógvar royndir. Høvdi_ skal haldast kalt í avgerandi løtunum, og ta_ megna teir betri, sum hava royndirnar. Men kanska er ta_ felags fyri nógvar, sum kappast saman vi_ okkum, at vit hava ikki so nógvar royndir. Nú fáa vit at síggja. Líkindini í Vági vóru einki serlig, og eg vil siga, at ta_ minti ikki sørt um lottarí. Ta_ ráddi um at rí_a so leingi, sum ta_ bar til, á aldukambinum. Vandin lúrdi alla tí_ina fyri, at báturin skuldi so at siga standa fastur í aldudalinum, ella kanska fara tvørur, men tíbetur spældi hetta væl av hjá okkum, sigur bátsforma_urin á Sundabátinum, sum nú liggur væl fyri at vinna FM fyri fyrstu fer_. Men enn eru tríggjar kappingar eftir, og gongdin í ró_rinum í Vági vísti, at ta_ eru nógvir um bo_i_ í kappingini millum 6-mannaførini vi_ monnum.