Sunda kommuna fer aftur í ár, at heiðra persóni ella felagsskapi, fyri serligt mentanaravrik. Herðaklappið verður givið til persón ella felagsskap, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgarnar í kommununi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 9. – 18. september.
Øll kunnu senda inn uppskot um, hvør skal fáa Ársins Mentanaravrik 2021. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.
Uppskotini skulu sendast til sunda(at)sunda.fo innan týsdagin 31. august kl. 12.00
Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:
2019 Andrass Midjord
2018 Edmund Joensen
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar róðrarfelag
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2012 Asfinn Sigvardsen
2011 Esmar Dahl












