Uppgávan hjá nevndini er at skipa fyri virkseminum á savninum. Millum annað er ætlanin, at bókasavnið skal skipa fyri einum ella tveimum tiltøkum hvørja árshálvu. Í november seinasta ár skipaði bókasavnið fyri dimma-lættingarhaldi fyri skúlabørnunum og skýmingarløtu fyri almenninginum í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna.
Í vár er ætlanin at skipa fyri tveimum tiltøkum. Fyrra tiltakið verður mikukvøldið 13. mars kl 20, har Helgi í Brekkunum heldur fyrilestur um Seyð og seyðahald. Komið verður millum annað inn á nýggjastu kanningarnar um áseyðatal og glærfiti. Fyrilesturin verður í nýggju høllini í skúlanum. Í sambandi við tiltakið verða føroyskar og útlendskar bøkur um seyðahald og annað húsdjórahald sýndar fram á bókasavninum.
Seinna tiltakið verður 17. apríl, tá Einar Petersen úr Sørvági hugleiðir um skriving av kriminalsøgum. Hann hevur millum annað skrivað krim-inalsøguna ?Deyðin sendir apríl".
Sunda bókasavn var stovnað í 1947. Tað var Brimnes prestur, ið fekk tað í lag. Bókasavnið hevur hildið til í skúlanum øll árini, í fyrstuni í skúlanum við Norðskála og síðani í skúlanum á Oyri. Skúlarnir vóru lagdir saman í 1968, tá ið nýggjur skúli var bygdur á Oyrarbakka. Bókasavnið var verandi á Oyri til tað fyrst í 80-unum var flutt norður í skúlan. Her vóru bøkurnar settar upp í tveimum skúlastovum.
Bókasavnið í Sunda kommunu er bæði eitt skúlabókasavn og eitt fólkabókasavn. Tað merkir, at bókasavnið er ein námsfrøðiligur tænastudepil hjá næmingum og lærarum skúlans, samstundis sum tað stendur øllum frítt og ókeypis at gera nýtslu av bókasavninum.
Á bókasavninum eru meira enn 7.500 bøkur til bæði vaksin og børn. Bókasavnið er opið mikukvøld frá kl 18 til 20 og leygarmorgun frá kl. 10 til 12.
Ætlanin er at gera lesistovu á bókasavninum. Arbeitt verður við at fáa í lag samstarv millum bókasavnið og virki/fólk í økinum, um at fáa breiðari nýtslu av tíðarritum. Ætlanin er, at bókasavnið lænir tíðarrit frá virkjum og fólki eina tíð, t.d. eitt hálvt ár. Tíðarritini kunnu so lesast á bókasavninum hetta tíðarskeiðið. Lánararnir fáa tíðarritini aftur, tá avtalaða tíðin er farin.