Eitt felag í Vági, V-Invest, hevur keypt størsta djúpvatnstrolara í Hetlandi. Leygardagin kom skipið á Vág. Veðrið skikkaði sær væl, og sólin sá, tá Sunbeam klokkan 16 legði at bryggju í Vági.
Nógv fólk hevði leitað sær á bryggjuna at taka ímóti skipinum. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, heilsaði skipið, manning og eigarum vælkomnum og ynskti alt tað besta. Eisini vísti hon á, at navnið Sunbeam er ikki ókent í Vági, men mundi fyrsta skipið, sluppin, við hesum navninum vera í Vági longu fyrst í 1900 árunum.
Hans Joensen, Hans í Líðini nevndur, hevur verið skipari hesa fyrstu ferðina til Vágs og Conrad Gaard Joensen maskinmeistari. Teir lótu væl at túrinum og skipinum.
Skipið er 10 ára gamalt, nú tað er komið á føroyskar hendur.










