Sunak ynskir Charles kongi góðan betring

Sjálvur sigur kongurin, at hann hevur gott mót og sær fram til at venda aftur til almenningin skjótast gjørligt.

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, ynskir Charles kongi í Bretlandi góðan betring, nú tað er staðfest, at kongurin hevur fingið staðfest krabbasjúku.

 

Tað var í kvøld, at tað gjørdist alment kent, at bretski kongurin er sjúkur av krabba. Einki er tó upplýst um, hvør krabbasjúkan er, ei heldur hvørji útlitini eru.

 

- Eg eri ikki í iva um, at kongurin fer at endurvinna sín fulla førleka og styrki aftur eftir stuttari tíð, og eg veit, at alt Bretland sendir honum bestu ynskir, sigur Rishi Sunak.

 

Buckingham Palace ynskir ikki at upplýsa, hvat slag av krabba kongurin hevur fingið staðfest.

 

Útlendskir miðlar, sum í kvøld skriva um Charles kong, siga, at hann hevur gott mót og "sær fram til at venda aftur til almenningin so skjótt sum gjørligt".

 

Kongurin varð annars útskrivaður av sjúkrahúsi í London fyri einari viku síðan, har hann hevur verið undir skurði fyri prostata.

 

Men, Buckingham Palace sigur, at tað er ikki prostata, sum bagir Charles kongi, nú hann fer í viðgerð fyri krabbasjúku.

 

Charles hevur síðani hin 8. septeber í 2022 verið kongur í Bretlandi. Hann er elsti sonur Elizabeth 2., drotning og gjørdist kongur, tá hon doyði.