Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax leiktu í kvøld javnleik 28-28 móti Silkeborg-Voel KFUM í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tá 33 sekund vóru eftir av dystinum skoraði Súna til 28-28. Ajax yvirlivdi seinasta álopið hjá heimaliðnum, og so var fyrsti javnleikurin hjá Ajax í hesum kappingarárinum veruleiki.
Silkeborg-Voel var á odda 17-16 í steðginum. Tá 46 minuttir vóru leiktir av dystinum var heimaliðið á odda 26-20, men tað eydnaðist Ajax at vinna seg innaftur í dystin seinastu løtuna.
Súna skoraði tvey mál og legði upp til trý onnur mál hjá Ajax í kvøld. Lív var ikki millum málskjúttarnir hjá Ajax í kvøld.
Komandi týskvøld hevur Ajax heimadyst móti Ikast, ið er nummar tvey í deildini.
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Odense | 6 | 12 |
| 2 | Ikast | 6 | 10 |
| 3 | Team Esbjerg | 6 | 10 |
| 4 | Nykøbing Falster | 6 | 10 |
| 5 | København | 6 | 8 |
| 6 | Silkeborg-Voel | 7 | 7 |
| 7 | Viborg HK | 6 | 6 |
| 8 | Aarhus United | 6 | 6 |
| 9 | Horsens | 6 | 5 |
| 10 | Ajax | 7 | 5 |
| 11 | Randers HK | 6 | 4 |
| 12 | Ringkøbing | 6 | 2 |
| 13 | Skanderborg | 6 | 1 |
| 14 | SønderjyskE | 6 | 0 |











