Sun Yang í stórformi

Dopingdømdi kappingarneytin hjá Páli Joensen er aftur í hylinum

Sun Yang vann 400 metra frí á heimsmeistarastevnuni í svimjing í gjár. Kinesiski svimjarin, sum í fjør bleiv tikin fyri doping, kom á mál við tíðini 3:42.58. Sun Yang møtti annars ikki til HM á stuttgeil í Katar í fjør, tá ákærurnar um doping vóru upp á tað hægsta.

 

Les eisini: Føroyskt persónligt met í Kazan

 

Tvey og trý vóru James Guy úr Stórabretlandi og Ryan Cochrane úr Kanada við ávikavist 3:43.75 og 3:44.59. James Guy legði harðast út við Sun Yang undir liðini til 100m vóru eftir, tá Sun Yang fór frá honum í spurtinum, skrivar svimjing.com.

 

Sun Yang er favorittur at vinna 1.500 metra frí, har hann eisini hevur heimsmetið frá OL í 2012. Tað er her Pál Joensen hevur sínar bestu møguleikar at gera seg galdandi.