Í Føroyum hevur seinnu árini dúgliga verið tosað um eina politiska polarisering. Samband-loysing ásin í føroyskum politikki hevur munin móti góðu gomlu høgra-vinstra ásini. Men tað er lítið av miklum, tá hugsað verður um USA. Har ert tú demokratur ella republikanari. Tú ert entin reyður ella bláur. Eins og nakrar føroyskar bygdir og nakrir føroyskir býir hava lyndi til at velja somu flokkar og kanska somu fólk val eftir val, so sæst aftur ein munandi meira ógvusligt mynstur í USA. Í USA er forsetavalið í roynd og veru eitt val millum tvey valevni. Hetta gevur av sær sjálvum eina polarisering. Í USA eru tó fleiri statir, sum í roynd og veru eru púrt einki spennandi í valdystinum. Teir verða roknaðir sum entin republikanskir ella demokratiskir. Tað er heldur ikki so løgið, um hugt verður eftir úrslitinum seinastu ferðirnar. Har er munurin millum høvuðsvalevnini í nógvum av statunum millum 25 og 30% - og heilt upp í 40 og 70%.. Teirra millum eru statir sum New York og Texas. Tá Bush vitjar í New York er tað meira fyri at savna pengar og stuðlar enn fyri at fáa atkvøður. Meðan Gore valla gjørdi sær teir stóru tankarnar um Texas fyri fýra árum síðani.
Avgerandi verða teir sokallaðu Swing states. Hesir eru teir statirnir, sum søguliga hava lyndi til skifta millum republikanska og demokratiska valevni. Aðrastaðni á síðuni sæst ein talva yvir Swing states.
Forsetavalevnini skulu so gera upp við seg sjálvi um, hvar teir skulu føra teirra valdyst. Valið verður 2. november, og tað er altavgerandi fyri valevnini, hvussu teir býta sína tíð út á statirnar.
Àhugavert er, at øll eru greið um, hvønn týdning hesir góðu Swing states hava. Á fleiri heimasíðan fyri Bush ella Kerry, verður heitt á fólk í teimum tryggu statunum um at fara til ein Swing state fyri at stuðla ella senda pengar.
Valmenn
Kjarnin í øllum hesum er amerikanska valskipanin. Eitt amerikanskt forsetaval er ikki eitt stórt landsval, men fimmti ymisk. Hvør statur hevur eitt ávíst tal av electoral votes ella valmonnum. Ì alt eru 538 electoral votes. Vinnarin í hvørjum stati fær allar electoral votes hjá statinum. Eitt nú fekk Al Gore fleiri atvkvøður til seinasta val enn George Bush, men sitandi amerikanski forsetin hevði fleiri electoral votes í sínum parti.
Kerry tørvar 10
Skal John Kerry gera sær nakra vón um at gerast amerikanskur forseti, so skal hann fyrst av øllum vinna valið í øllum teimum "demokratisku" statunum, har tað verður roknað við, at hann vinnur. Tað rokna teir flestu eygleiðarnir og valserfrøðingarnir eisini. Harumframt skal Kerry eisini vinna teir "Swing states", sum Al Gore vann seinast. Men tað er ikki nóg mikið. Al Gore var bert fýra electoral votes frá at gerast amerikanskur forseti, men broytingin í fólkatalinum í teimum ymsu amerikonsku statunum ger, at Kerry nýtist tíggju electoral votes fyri at vinna - treytað av, at hann vinnur í somu statum sum Al Gore ella vinnur tilsvarandi electoral votes. I skrivandi stund benda veljarakanningar á, at tað verður í statum sum: Colorado, New Mexico, West Virginia, Pennsylvania og ikki minst Florida, at tað verður avgjørt, hvør verður amerikanskur forseti komandi fýra árini.
?
StaturValmennMunur í 2000
Arizona (GB)106,29%
Arkansas (GB)65,45%
Colorado (GB)98,36%
Florida (GB)270,01%
Iowa (AG)70,32%
Louisiana (GB)97,67%
Maine (AG)45,14%
Michigan (AG)172,41%
Minnesota (AG)102,41%
Missouri (GB)113,34%
Nevada (GB)53,54%
New Hampshire (GB)41,27%
New Mexico (AG)50,06%
North Carolina (GB)*1312,83%
Ohio (GB)203,51%
Oregon (AG)70,44%
Pennsylvania (AG)214,17%
Tennessee (GB)113,87%
Virginia (GB)138,03%
Washington (AG)115,58%
West Virginia (GB)56,33%
Wisconsin (AG)100,22%
235
*Vanliga ein replublikanskur statur, men er tikin við
tí John Edwards er senatorur í North Carolina.









