Summir koronusjúklingar koma ongantíð heim aftur

Føroyski lungnalæknin Sámal Jakobsen ansar koronusjúklingum á Horsens sjúkhúsi

Fult sjúkhús, sjúklingar í andaneyð, andlát og smittaðir starvsfelagar.

Hetta eru nøkur stikkorð fyri tað, sum merkti ein vanligan arbeiðsdag hjá føroyska lungnalæknanum Sámali Jakobsen, tá smittutrýstið í Danmark var á sínum hægsta síðst í fjør. Í fullum verndarbúna hevur hann verið mitt í rokanum á sjúkhúsinum í Horsens, har hann hevur ansað koronusjúklingum í hópatali.

– Nógvir sjúklingar, sum hava verið her, koma ongantíð heim aftur, men doyggja við sjúkuni. Tað eru sum oftast tey eldru fólkini, sum hava aðrar sjúkur, ið doyggja. Men tey allar flestu koma tó væl ígjøgnum sjúkuna og yvirliva, sigur Sámal Jakobsen í samrøðu við Sosialin.

Í nýggjasta blaðnum "Vikuskifti" hjá Sosialinum hava vit gjørt eitt tema um koronu, nú eitt ár er síðan, at Føroyar fóru niður í ferð. Sámal er ein av fleiri persónum, vit hitta í temanum. Les longri samrøðu við Sámal Jakobsen í blaðnum.